Tað byrjaði í Jerúsalem á hvítusunnu og breiddi seg skjótt víða um lond,
har bæði jødar og ikki-jødar tóku við kristnu læruni.
Í kirkjuliðinum høvdu ápostlarnir serligan myndugleika, og Jesus hevði
givið teimum mátt at læra og grøða í navni sínum.
Tá ið Jesu lærusveinar, ápostlarnir, løgdu frá sær, komu aðrir í teirra
stað, ið eisini fngu heitið ápostlar.
Pætur verður leiðari
Eftir deyða Jesu gjørdist Pætur leiðari hjá lærusveinunum. Hann hevði
samanumtikið einki fram um hinar. Hann vísti sína trúgv, men viðhvørt
ivaðist hann. Pætur var óttafullur, men var tó fúsur at fara til verka.
Hetta kemur fram mangar staðir í skriftunum.
n
Skilir ikki,
Mark 9,5-6
n
Hevur ilt við at fyrigeva,
Matt 18,21
n
Hevði órealistiska sjálvsfatan,
Matt 26,33-35
n
Verður rættleiddur av Jesusi,
Matt 16,22-23
n
Avnoktar Jesus,
Mark 14,66-72
n
Høgdi oyrað av tænara høvuðsprestsins,
Joh 18,10
Tó var Pætur eisini sterkur í trúnni. Tað kemur til sjóndar á mangan hátt.
n
Viðurkennir hvør Jesus er,
Matt 16,16
n
Hevði nóg sterka trúgv at royna at ganga á vatninum,
Matt 14,25-29
n
Kendi tann upprisna Jesus, og rann honum ímóti,
Jóh 21,7
Ta fyrstu hvítusunnuna broytti heilagi andin Pætur frá at vera ein ótryggur
lærusveinur til at vera ein grundfestur ápostul. Sambært katólskari tulk-
ing av Bíbliuni var Pætur kletturin, har Jesu kirkja skuldi verða bygd á.
Lyklarnir í fagginum hjá Vatikaninum vísa til, at Jesus í
Matt 16,19
gevur
Pæturi himmiríkis lyklar.
Pætur var ein av teimum fyrstu monnunum, ið møtti tí upprisna Jesusi.
Hetta gav honum eina ávísa tign.
fúsur · grundfestur · tign
19
Kap. 2 - Pætur ápostul
Tann kenda Pæturskirkjan í Róm er uppkallað
eftir Pæturi ápostli. Sagt verður, at Pætur liggur
grivin undir gólvinum í Pæturskirkjuni.
Flaggið hjá Vatikaninum.
Flaggið hjá Vatikaninum.
Pætur var fyrsti kirkjuligi leiðari
í samkomuni í Róm. Eftir hann
tekur ein biskupur við leiðsluni. Í
dag hevur pávin ovastu leiðsluna í
rómversk-katólsku kirkjuni.