Page 22 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Pætur stígur alment fram
Tá ið heilagi andin hevði sett seg á lærusveinarnar, fóru teir út á gøtur
og stræti og talaðu á ymsum tungumálum. Hópur av fólki savnaðist um
teir, og undraðust tey stórliga á hetta. Tá var tað Pætur steig fram og
talaði til teirra. Hann segði, at nú gekk tað út, ið Gud við Jóel profeti
hevði fyrijáttað, at hann vildi hella anda sín yvir menniskju.
Pætur talaði til fólkið um hin krossfesta og upprisna Jesus, og at hann
var farin til himmals, haðan hann nú sendi heilaga anda sín. Fólk
gjørdust ógvuliga hugtikin og spurdu lærusveinarnar, hvat tey skuldu
gera. Pætur svaraði tá:
Vendið um og ein og hvør tykkara lati seg doypa í
navni Jesu Krist til fyrigeving syndanna, og tit skulu fáa gávu heilaga andans
.
Til samans vórðu tað um trý túsund, ið lótu seg doypa henda dag,
Áp 2,14-41
Dømi um aðrar hendingar, har Pætur var við. Allar vísa til Ápostlasøguna.
n
Grøddi ein haltan biddara og boðaði orð Guds
3,1-26
n
Greiddi ráðnum frá Jesusi
4,1-22;5,17-42
n
Ákærir Ánanias og Saffru fyri at hava logið fyri Gudi
5,1-11
n
Prædikaði og bað fyri fólki í Sámaria
8,14-25
n
Grøddi Eneas í Lýdda
9,32-35
n
Vakti Tabitu, ið búði í Joppe, frá deyðum
9,35-42
n
Prædikaði fyri ikki-jødum í Kesarea
10,1-48
n
Greiðir frá, hví hann doypir ikki-jødar
11,1-18
n
Verður settur í fangahús, men hjálptur útaftur av einum eingli
12,3-9
n
Kom við góðum grundgevingum á ápostlafundinum í Jerúsalem
15,5-11
Brøv Pæturs
Tvey brøv í Nýggja Testamenti bera navn eftir Pæturi. Tey eru “Hitt
fyrra almenna bræv Pæturs” og “Hitt seinna almenna bræv Pæturs”. Í
brøvunum stendur, at tey kristnu vóru í trúgv síni sannir arvingar til
tey lyfti, jødar fngu í Gamla Testamenti. Tey kristnu fáa eisini ráð um,
hvussu tey eiga at liva í torførum tíðum, serliga tá ið hugsað verður um
afturkomu Jesusar.
Pætursmessa 22. februar er til
minnis um Pætur ápostul og
verður roknað sum fyrsti várdagur.
Pætursøka 29. juni er eisini til
minnis um Pætur ápostul.
Pætur vakti Tabitu, ið búði
í Joppe, frá deyðum.
Áp 9,35-42
at Pætur var kendur undir feiri
nøvnum
• Símun,
Mark 1,16
• Kefas, arameiska umsetingin av
Pæturi,
Jóh 1,42
stræti · fyrijáttað
20