Page 23 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Deyði Pæturs
Hildið verður, at Pætur leið pínslarváttadeyðan eins og Paulus gjørdi.
Hetta hendi um ár 64 e.Kr. Keisarin í Róm, Nero, læt nógv kristin hand-
taka og drepa. Sagt verður, at honum dámdi serstakliga væl ógvusligar
hendingar. Nógv kristin fngu skinn av villdjórum seymað um seg,
síðani vórðu tey slept inn í ringleikhúsið, har Nero saman við øðrum
áskoðarum kundi sita og njóta leikin, har villdjór skræddu tey kristnu
sundur. Ella tey kundu verða krossfest og brúkt sum livandi kyndlar
um kvøldarnar.
Pætur sigst eftir egnum ynski at vera krossfestur við høvdinum niðureftir.
Á einari framskornari mynd frá 1400-talinum, ið prýðir Filaretes
bronsuhurðina á Pæturskirkjuni, sæst Pætur krossfestur.
pínslarváttadeyðan · ringleikhúsið · framskornari
21
Kap. 2 - Pætur ápostul
Pætur krossfestur við høvdinum niðureftir.
Kyndlarnir hjá Nero, 1877, eftir Henryk Siemiradzki (1843–1902)