Page 26 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Nikolaj Frederik Severin Grundtvig var føddur 8. september í 1783
í Udby prestagarði á Sjællandi, har faðir hansara var prestur. Mangir
av forfedrunum høvdu eisini verið prestar. Sostatt lá eitt ávíst trýst á
Grundtvig at gerast prestur. Sum smádrongur hevði hann nógv stríð
av tí bókliga, men við at stríðast kom hann eftir tí. Hann las nógv og
gjørdist bitin av tí, hann las um Martin Luther. Nýggju ára gamal varð
hann sendur til ein prest í Jyllandi at ganga í skúla. Her var hann í seks
ár og lærdi ein hóp.
Fimtan ára gamal fór Grundtvig í latínskúlan í Aarhus. Hann hevði lítið
gott at bera hesum skúla, men okkurt má hann hava fngið burturúr,
tí hann var førur fyri at fara á Universitetið í Keypmannahavn bara 17
ára gamal.
Í árinum 1800 fór Grundtvig at lesa gudfrøði í Keypmannahavn, hóast
hann um hetta mundið var mest áhugaður í norðurlendskari gudalæru,
søgu og týskari hugvísindi.
Trý ár seinni fekk Grundtvig gudfrøðiprógv við hægsta próvtali. Hóast
hann helst hevði viljað búð í Keypmannahavn, varð hann noyddur at
taka við einum embæti sum húslærari á harragarðinum Egelykke á
Langelandi.
Grundtvig
Handskriftin hjá Grundtvig.
Grundtvigskirkjan í Keypmannahavn.
Altarið í Grundtvigskirkjuni í Keypmannahavn.
bitin av · hugvísindi · embæti
24