Broytingartíð
Kirkjuliga lívið á Langelandi var ikki so livandi hesa tíðina, so Grundtvig
slapp lættliga at nýta prædikastólarnar, hóast hann ikki var settur sum
prestur.
Grundtvig var føddur í eini tíð, har fólk gjørdust meira fræls. Upplýs-
ingartíð var, og vit, skil og moralur vóru hugtøk, sum fólk hugsaðu og
tosaðu um. Fólk settu eisini spurnartekin við bíbliufatanina og kristin-
dómin. At prædika siðalæru, so fólk gjørdust betri menniskju, var týdn-
ingarmeiri enn at tosa um náði og frelsu. Hetta prædikaði Grundtvig
eisini í fyrstani, men so fór hann at ivast og vendi hesi fatan bakið. Hann
fór aftur til kristnu læruna, sum hevði verið, men læt hana í ein lættari
búna. Serliga við sínum sálmum.
Áhuganum fyri norrønu gudalæruni slepti Grundtvig ikki. Hann helt,
at barnalærdómur hansara og kristindómurin ikki vóru í stríð við
áhugan fyri norrønu gudalæruni, tí hann metti, at upplýsing og trúgv
eru hvør sítt. Gudasøgurnar eru góðar at spegla sær í og læra av, og tú
kanst tulka tær, sum tú vilt. Tær eru orð frá menniskjum um gudar.
Bíblian er Guds livandi orð til menniskju.
Royndarprædika
Í 1808 fór Grundtvig aftur til Keypmannahavnar, har hann fór at
undirvísa í søgu. Faðir hansara var nú vorðin gamal og veikur. Honum
tørvaði ein hjálparprest og sendi boð eftir Grundtvig.
Fyri at kunna verða prestvígdur, varð neyðugt at halda eina royndar-
prædiku. Henda prædika hjá Grundtvig kom út í bók undir heitinum
“Hvi er Herrens Ord forsvundet af hans Hus?” Í hesi prædiku legði hann
samtíðar prestar undir at hava givið seg undir rationalismuna og at hava
vrakað reinu kristnu læruna.
Prestunum dámdi hetta ikki, og teir kravdu, at Grundtvig varð settur
upp á pláss av hægri myndugleikum. Tað varð hann eisini, men orðingin
var sera veik. Hóast tað, tók Grundtvig tað tungt, og hann sá, at kirkjuni
tørvaði eina veking. Men var hann rætti maðurin, og var hann nóg
trúgvandi at fremja hetta?
Grundtvig kom í eitt sálarstríð og gjørdist sjúkur. Hann hevði havt
at øðrum fyri ikki at verða røtt kristin, men hvussu var hann sjálvur?
Hóast hann hevði hildið sína royndarprædiku, so hevði hann enn ikki
Rationalisma var eitt tíðarrák
um ár 1750-1830, sum segði,
at menniskjað kundi skipa síni
viðurskifti, uttan at tí nýttist at
fáa vegleiðing frá átrúnaðarligum
myndugleika. Rationalisman bygdi
á vit og skil menniskjans.
Nikolaj Frederik Severin Grundtvig
moralur · siðalæru · sálarstríð
Kap. 3 - Grundtvig
25