Page 28 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
tikið seg saman at fara at hjálpa pápanum. Tó kom hann fyri seg aftur,
og í 1811 varð hann útnevndur hjálparprestur í Udby.
Tá pápin doyði í 1813, søkti Grundtvig embætið, men fekk tað ikki,
tí tað vóru mangir ráðandi, sum ikki høvdu álit á honum eftir tiltiknu
royndarprædikuna. Hann vendi tí aftur til Keypmannahavnar og fór at
skriva um søgulig og samfelagslig viðurskifti.
Prestur og skald
Í 1821 varð Grundtvig biðin um at koma í embæti sum prestur í Præstø,
men tað var av ongum. Árið eftir fekk hann embætið sum prestur í Vor
Frelser Kirke í Keypmannahavn. Higartil hevði Bíblian verið løgd út á
mangan ymiskan hátt. Grundtvig legði seg eftir at fnna ein hátt, sum
hann helt vera tann rætta. Trúarjáttanin, so sum hon ljóðar við dópin,
gjørdist grundstøðið undir læru hansara. Grundtvig metti, at fólk sjálv
vóru før fyri at skilja bíbliunnar boðskap og at taka støðu í sínum
kristnu viðurskiftum.
Hetta grundstøðið førdi til stríð við gudfrøðingar. Ein teirra, H.N.
Clausen, gav eitt verk út, har boðskapurin var, at bara gudfrøðingar og
prestar skilja Bíbliuna og kristnu læruna til fulnar.
Grundtvig svaraði, at hann helt, at Clausen skuldi taka síni følsku sjónar-
mið aftur ella frásiga sær professaraheitið og kristnu trúnna. Clausen
stevndi Grundtvig fyri ærumeiðing. Úrslitið var, at Grundtvig í 1826 varð
settur undir eftirlit. Hann varð ongantíð koyrdur frá, men segði seg at
enda sjálvur frá sum mótmæli. Grundtvig fór nú av álvara at skriva og
yrkja. Hann var avhildin og fekk sum frá leið mong viðhaldsfólk.
Í 1837 varð eftirlitið avtikið. Tá hevði Grundtvig verið undir eftirliti í
gott 10 ár. Seinastu ár síni hevði hann embæti í Keypmannahavn við
Vartov kirkju, sum var ein sjúkrahúskirkja. Har fekk Grundtvig virkað,
sum hann sjálvur vildi.
Grundtvig er helst størsta danska sálmaskaldið, og hava sálmar
hansara eisini havt stóran týdning fyri føroyingar. Sálmar hansara eru
ofta lovsangir, tað skal merkjast, at vit eru farin frá deyðanum til lívið.
Grundtvig helt, at tey eldru sálmaskaldini mest høvdu yrkt sorgarsangir.
Tað gekk rúm tíð, áðrenn sálmarnir hjá Grundtvig komu við í donsku
sálmabøkurnar, men í dag eru fáar gudstænastur, har ikki ein ella feiri
av sálmum hansara eru at hoyra.
Vartov er nú á døgum ein
kendur mentanarmiðdepil í
Keypmannahavn.
Menniskja fyrst og kristin so
bert tað er lívsins ordan.
Úr sálmi eftir Grundtvig
Standmynd av Grundtvig í Vartov í Keypmanna-
havn, 1931, eftir Niels Skovgaard (1858-1938).
útnevndur · ærumeiðing · sorgarsangir
26