Page 31 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Romantikkurin var eitt tíðarrák
umleið 1800-1875. Hetta rák kom
sum mótvekt til upplýsingartíðina,
har roynt varð at greina alt við
viti og skili. Romantikararnir hildu
ikki, at hetta bar til. Teir hildu,
at kenslur høvdu størri leiklut í
menniskjalívinum enn vit og skil.
Fólkaháskúli
Grundtvig talaði áhaldandi um, at menniskjað ikki bara var hold og
blóð, men eisini hevði anda. Andslívið hevði stóran týdning fyri eitt
menniskja. Tað høvdu søga, mentan og móðurmál eisini. Tað vanliga
lívið og kristna lívið hoyrdu saman. Grundtvig helt, at móðurmálið var
ein ósjónlig megi, sum helt eini tjóð saman. Somuleiðis helt hann, at
tá eitt fólk og tess móðurmál vórðu kúgað, gjørdust fólk andleys. Hesi
sjónarmið førdu til eina fólkarørslu, sum var orsøkin til, at háskúlar sóu
dagsins ljós.
Fyrsti fólkaháskúli, eftir fyrimynd Grundtvigs, varð settur á stovn í
Rødding í Norðurslesvík í 1844.
Einaveldið varð avtikið í 1848, og ríkið varð skipað við eini grundlóg.
Grundtvig helt, at styrkin í einum parlamenti lá í breiðari fólka-
umboðan, so at bæði lærd og ólærd fngu umboðan. Her helt hann, at
ein háskúli, sum legði dent á søgu, mentan og upplýsing kundi gera, at
fólk við lítlari skúlagongd kundu halda seg framat. Hetta skuldi verða
gjørt á ein annan hátt enn vanligt og uttan próvtøku. Háskúlin er eisini
kendur fyri ríka sangmentan.
Einaveldið í Danmark var tíðin frá
1660 til 1848. Tá var Kongslógin
galdandi, sum í stuttum gav kongi
alt valdið. Í árinum 1849 fekk
danska ríkið Grundlógina, sum enn
er galdandi, tó dagførd av og á.
Seinastu ferð í 2009.
at Grundtvig var við í arbeiðinum
at skriva grundlógina saman
við 149 øðrum monnum, og at
hann atkvøddi ímóti samlaða
lógaruppskotinum, sum bara gav
fáum útvaldum valrætt.
Grundtvig yrkir í romantikk-tíðini, og tað sæst aftur í yrkingum
hansara. Romantikararnir yrktu ofta romantiskt um náttúruna. Eitt dømi
er sálmurin eftir Grundtvig “Sum ein føgur rósulund, oyðimerkur blóma.”
Síggið til, at tit ikki vanvirða eit einasta
av hesum smáu; tí at eg sigi tykkum, at
einglar teirra í himlunum altíð skoða ásjón
faðirs míns, sum er í himlunum.
Mat 18.10
Stúran er sum ein ruggustólur,
hon heldur teg í gongd, men tú
kemur ongan veg.
Ókendur
andslívið · andleys · parlamenti
Kap. 3 - Grundtvig
29