Page 32 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Rasmus Rasmussen úr Miðvági
og Símun av Skarði, sum var
ættaður av Skarði á Kunoynni,
stovnaðu Føroya Fólkaháskúla í
1899. Teir høvdu verið á feiri
skeiðum á donskum háskúlum
og nomið sær kunnleika um
háskúlalívið. Báðir vóru lærarar.
Føroya Fólkaháskúli
Háskúli varð eisini settur á stovn í Føroyum í 1899 eftir fyrimyndini
hjá Grundtvig. Fyrsti háskúlin var í einum sethúsum á Stongunum
í Klaksvík. Longu sama árið varð skúli bygdur í Føgrulíð, vestantil á
Borðoynni, men her var óhøgligt at búgva, og í 1909 vórðu húsini tikin
niður og bygd upp aftur á Frælsinum í Tórshavn. Skúlin er síðan bæði
um- og útbygdur.
Føroya Fólkaháskúli hevur havt ógvuliga stóran týdning fyri føroyingar,
bæði tjóðskaparliga, málsliga og mentanarliga. Fyrr fóru fólk á háskúla
fyri at betra sín kunnleika, men nú fara tey eisini av tí, at háskúlin hevur
øðrvísi tilboð enn aðrir skúlar. Tað hendir seg eisini, at fólk úr øðrum
londum koma higar á háskúla.
Grundtvig doyr
Nicolaj Frederik Severin Grundtvig doyði í 1872. Dagin fyri hevði hann
hildið gudstænastu í Vartov kirkju. Jarðarferðardagin kom ein fjórð-
ingur av donsku prestunum at fylgja, og allar klokkur har á leið ringdu
eina seinastu heilsan.
at tað var Grundtvig, sum fekk
orðingina,
eg avnokti djevulin og
allan atburð hans,
sum inngang
til trúarjáttanina. At orðingin
niðurfarin til Helviti
varð broytt
til
niðurfarin til Heljar,
sum merkir
deyðaríkið, var eisini ávirkað av
Grundtvig. Hesar orðingar eru bert
í donsku, grønlendsku og føroysku
fólkakirkjuni.
Føroya Fólkaháskúli í Tórshavn.
óhøgligt
30