Page 36 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Antiokia
Kesarea
Jerúsalem
KÝPROS
Tarsus
Troas
Efesus
RODOS
KRETA
Paulus ápostul. Partur av innskrift í
katakombunum í Róm.
34
Paulus ápostul
Paulus ápostul æt upprunaliga Sául. Eftir at hann tók við kristnari trúgv,
broytti hann navnið til Paulus.
Lukas hevur skrivað umleið triðingin av Nýggja Testamenti. Næst honum
kemur Paulus. 13 brøv bera hansara navn.
Brøv Paulusar geva okkum eina góða mynd av teimum fyrstu árunum
hjá kristnu kirkjuni. Hesi brøv verða eisini hildin at vera tann elsti
parturin av Nýggja Testamenti.
Vit lesa um spennandi umvending hansara á leiðini til Damaskus og
fylgja honum á trúboðaraferðum, har hann mangan var í deyðavanda.
Paulus greiðir eisini gjølla frá gerningum ápostlanna, so til ber at
samanbera lív hansara í Ápostlasøguni við hansara egnu frágreiðingar í
brøvunum.
Uppvøksturin í Tarsus
Paulus livdi um somu tíð sum Jesus. Hann var føddur í Tarsus, einum
lítlum býi við Miðjarðarhavið á suðurstrond Lítla Ásia. Í dag er Tarsus
ein bygd í Suðurturkalandi. Foreldur hansara vóru jødar. Vit vita, at
Paulus var væl lærdur maður, og helst hevur hann lært at lesa jødisku
Bíbliuna í sýnagoguni.
katakombunum · hjólbeintur
Paulus sigst hava verið lítil á
vøkstri, skallutur og hjólbeintur,
og hann hevði langa smala
nøs. Eygnabrýrnar vóru nærum
samanvaksnar.