Kap. 4 - Paulus ápostul
Paulus ápostul. Mosaikk í ortodoksu kirkjuni í
Sevastopol í Ukreina.
35
Júst hvat arbeiði Paulus gjørdi
sum tjaldmakari, vita vit ikki.
Møguliga gjørdi hann tjalddúk, ið
líktist flti, evnað úr geitarskinni,
ella seymaði hann tjøld úr leðri.
Við hesum arbeiði hevur hann
kunnað vunnið sær til lívsins
uppihald.
borgararætt · skriftlærdum · søkti at · píska · vantrúgvin · mosaikk
Paulus hevði lært tjaldmakarahandverkið møguliga av pápa sínum.
Familjan hevði rómverskan borgararætt, sum var ein tign, ið summi
fólk fngu ella arvaðu frá forfedrunum. Hildið verður, at Paulus dugdi
feiri mál, hebraiskt, sum var málið gomlu skriftirnar vóru skrivaðar
á, arameiskt, ið var tað málið, tey nýttu í Jerúsalem, har hann ofta
vitjaði, og grikskt, ið var tað málið, ið nýtt varð, har hann vaks upp.
Paulus var eisini vandur upp við teirri fjølbroyttu mentan, sum ráddi
kring Miðjarðarhavið. Alt hetta gjørdi, at hann hevði allar fortreytir at
gerast mikil trúboðari.
Útbúgvingin í Jerúsalem
Sum ungur kom Paulus í læru hjá Gamaliel, einum skriftlærdum manni
í Jerúsalem.
Hann skuldi verða rabbini, átrúnaðarligur lærari í sýnagoguna. Upp-
gávan hjá rabbinum er at vera kønir í Móselógini og at læra aðrar jødar,
hvat teir kunnu gera og ikki.
Hann var ein raskur næmingur og hevði gott skil á skriftunum í Gamla
Testamenti, og kom hetta honum væl við, tá ið hann eftir umvending
sína kundi vísa á, hvussu boðað hevði verið um komu frelsarans feiri
ferðir í Gamla Testamenti.
Paulus forfylgir teimum kristnu
Paulus var ógvuliga trúgvur móti læru farisearanna. Hetta var ein
høvuðsorsøk til, at hann søkti at teimum kristnu. Hann háðaði tey
kristnu í trúgv teirra á tann krossfesta Jesus, Messias, og royndi við at
píska ella berja tey av at fáa tey at spotta Jesus. Eisini var hann fyri, at
tey kristnu skuldu verða tikin av døgum.
Sjálvur segði hann seinni, tá ið hann mintist aftur á hesa tíðina, at hann
var serstakliga íðin at halda lóg fedranna og at fáa onnur at gera tað
sama. Paulus viðgekk, at tá ið hann háðaði og søkti at teimum kristnu,
var tað tí hann sum vantrúgvin ikki visti, hvat hann gjørdi.