Paulus verður umvendur.
36
Paulus tekur við kristnu trúnni
Eftir tiltiknu hendingina á ferðini til Damaskus, har Paulus var steðg-
aður av einum bjørtum ljósi og hoyrdi Jesu rødd, mátti Paulus sanna, at
Jesus var tann Messias, ið lovaður var jødunum. Hann læt seg doypa í
Jesu navni og nýtti nú rómverska navnið Paulus.
Eftir dópin fór Paulus eins og Jesus, tá ið hann var doyptur, út í
oyðimørkina at vera eina tíð, áðrenn hann steig alment fram og byrjaði
at prædika.
Tey fyrstu hann prædikaði fyri, tá ið hann kom aftur til Damaskus, vóru
egnu landsmenn hansara. Hann greiddi frá, at Jesus var Guds sonur.
tiltiknu