Kap. 4 - Paulus ápostul
Paulus og Pætur.
Paulus í Efesus.
háðað · stimbraði
37
Hetta var tað, ið Jesus hevði játtað, tá ið hann varð tikin til avhoyringar
hjá høvuðsprestunum, og tað var tí, at hann varð dømdur til deyða.
Høvuðsprestaráðið metti prædikurnar at vera gudsspottan, sum Paulus
eisini helt, áðrenn hann var umvendur. Nú var støða Paulusar ein
onnur. Hann, ið fyrr hevði spottað Jesus, vísti honum nú størstan
heiður við at nevna hann Guds son. Hann, ið fyrr hevði søkt at Jesu
lærusveinum, royndi nú at gerast vinur teirra. Hetta var als ikki lætt,
nú royndi hann at søkja sær hjálp hjá teimum, hann fyrr hevði háðað.
Gomlu vinir hansara undraðust og vendu honum bakið.
Jødar lógu honum nú eftir lívinum, sum ikki var so løgið. Nú var tað
Paulus, ið eftir teirra tykki spottaði Gud, og fyri tílíka gerð var revsingin
deyðadómur.
Paulus kom síðan til Jerúsalems, har hann hitti Pætur ápostul. Í tvær
vikur vóru teir báðir saman, og Pætur, ið hevði fylgt við Jesusi, hevði
nógv áhugavert at læra Paulus um Jesu lív og virki. Hetta stimbraði
Paulus í avgerðini at bera gleðiboðskapin so langt út um heimin, sum
til bar.