Filippi
Athen
Róm
Korint
38
Ferðir Paulusar
Tað var strævið hjá Paulusi at ferðast og prædika. Náttarvøka, kuldi, svongd og tosti
vóru gerandiskostur. Fleiri ferðir var hann tveittur í fangahús, har hann var sligin og
bukaður, og mangan var hann í deyðavanda.
Allastaðni, har Paulus kom, stovnaði hann nýggjar samkomur, og mangan skrivaði hann
teimum brøv ella kom aftur á vitjan at hjálpa teimum við ymiskum, ið tørvur var á. Ikki
minst hugsaði hann nógv um, hvussu tey høvdu tað andaliga.
Paulus ferðaðist ikki sum best bar til. Hann byrjaði í teimum støðum, ið lógu næst
Antiokia, og haðani fór hann til Lítla Ásia. Síðani fór hann til Grikkalands og Italia.
Filippi
Tað hevði gingist Paulusi væl at prædika í býnum á aðru ferð sínari. Men tá ið
hann rak ein illan anda úr einari trælkvinnu, kom ófriður í, og saman við Silasi,
fylgisveini sínum, varð Paulus settur í fangahús. Um náttina kom jarðskjálvti,
alt skalv og ristist, og leinkjurnar fullu av fótum teirra. Fangavørðurin
gjørdist ógvuliga óttafullur, tí um nú fangarnir fýddu, kom hann sjálvur at
lata lív. Men fangarnir vóru ikki rýmdir. Hesa náttina tóku fangavørðurin og
húski hansara við kristnu læruni og lótu seg doypa. Morgunin eftir góvu
embætismenn boð um at lata Paulus og Silas leysar,
Áp 16,11-40
.
Filippi
illan anda · óttafullur · gerandiskostur