Antiokia
Kesarea
Jerúsalem
KÝPROS
Lýstra
Troas
Kap. 4 - Paulus ápostul
lamnan · avhenda
Jerúsalem
erúsalem
erúsalem
39
Lýstra
Paulus og Barnabas vórðu mettir javnt við
gudar, eftir at teir høvdu grøtt ein lamnan
mann. Men jødar úr Antiokia steinaðu teir
og lótu teir liggja illa særdar,
Áp 14,8-20
.
Á aðru ferð síni í býnum møtti Paulus
Timoteusi og tók hann við sær víðari fram
á leið,
Áp 16,1-3
.
Jerúsalem
Eftir at stríð hevði tikið seg upp millum jødisk kristin, hvørt øll, ið høvdu tikið við kristnari
trúgv, skuldu halda jødisku lógirnar ella ikki, komu Paulus og Barnabas til býin. Paulus vitjaði
aftur eftir triðju ferð sína fyri at geva nýggja frágreiðing um gongdina í arbeiðinum og at
avhenda tær peningagávur, hann hevði fngið til vega,
Róm 15,25-29
. Men ein bólkur av jødum
úr Ásia gjørdi uppreistur,
Áp 21,27-32
, og hetta hevði við sær, at Paulus varð tikin til fanga.
Kýpros
Kýpros var upprunaliga heimstaður Barnabas. Á fyrstu
ferð sínari steðgaði Paulus fyrst á her. Hann prædikaði
í jødiskum sýnagogum um alla oynna og vísti Guds
megi,
Áp 13,4-12
.
Troas
Á aðru ferð síni sá Paulus eina náttina í
eini sjón ein mann, ið bjóðaði teimum at
koma til Makedónia. Við tað sama fóru teir
avstað,
Áp 16,6-10
, og soleiðis var kristni
boðskapurin borin til Evropa. Á triðju
ferð síni vakti Paulus Evtýkus upp frá
deyðum. Evtýkus var sovnaður og dottin
út ígjøgnum eitt vindeyga, meðan hann
lurtaði eftir einari av longu prædikum
Paulusar,
Áp 20,7-12
.
Lýstr