Filippi
Tessalónika
Athen
Róm
Korint
Areopagosráðið tók sær av ymsum
lógar- og rættarmálum í býnum.
Artemistemplið í Efesus varð bygt
um ár 350 f.Kr. Templið varð bygt
fyri at heiðra griksku gudinnuna
Artemis, ið var gudinna fyri veiðu,
náttúru og fruktbari. Templið
virkaði bæði sum halgidómur og
marknaður, og tey vitjandi vóru
keypmenn, ferðafólk, handverkarar
og kongar. Her heiðraðu tey
Artemis við gávum. Templið við
sínum 20 metra høgu súlum varð
lagt í oyði av gotum í árinum 262.
Ætlanin var at lata tað byggja av
nýggjum, men um ár 400 høvdu
festir íbúgvar tikið við kristnu
trúnni, og templið hevði mist sín
guddómliga týdning.
hindurs · høvuðbrýggj · greiða · gotum
40
Athen
Á aðru ferð síni prædikaði Paulus fyri jødum og guds-
óttandi grikkum bæði í sýnagogum og á torgum. Í
súluhøllini, har Areopagos ráðið helt til, kjakaðist hann
við teir ymsu heimspekingarnar,
Áp 17,16-34
.
Tessalónika
Í tríggjar vikur gekst av tí besta at prædika
millum jødar og grikkar. Hetta var á aðru
ferðini. Men eisini her kom ófriður í, og
Paulus og Silas máttu fýggja úr býnum á
nátt,
Áp 17,1-10
.
Róm
Paulus varð førdur til Róm, men skipið
gekk burtur við Malta. Sjálvt hesa støðu
nýtti Paulus at boða kristnu læruna.
Ápostlasøgan endar við at hann situr í
húsavarðhaldi í Róm:
og hann boðaði um
Guðs ríki og talaði um Harran Jesus Krist
við øllum treystleika, uttan hindurs.
Korint
Í átjan mánaðir av aðru ferð síni búði
Paulus her í býnum. Her stovnaði hann
eisini eina samkomu ella eitt kirkjulið,
sum seinni gav honum nógv høvuðbrýggj,
Áp 18,1-17
.
Av ymsum orsøkum, ið ikki lótu seg greiða
við brævaskifti, vitjaði hann aftur eitt
stutt tíðarskeið á triðju ferð síni.
Róm
Róm
T
AtAtAthe
K