Antiokia
Kesarea
Jerúsalem
KÝPROS
Troas
Efesus
Kap. 4 - Paulus ápostul
býarskrivarin · samansvørjing · kærdi
Antiokia
Efesus
41
Kesarea
Tá ið rómverski kommandanturin hoyrdi um eina
samansvørjing at drepa Paulus, varð Paulus futtur
til Kesarea. Her varð hann noyddur at vera í tvey ár,
Áp 23,12-35
. At enda helt Paulus, at nú kundi vera
nóg mikið og kærdi til keisaran,
Áp 25,9-12
.
Antiokia
Jødar í býnum tóku ikki so væl ímóti Paulusi
og Barnabasi, so teir báðir gjørdu av at prædika
fyri ikki-jødum,
Áp 13,14-52
. Paulus vitjaði
eisini aftur í býnum á bæði aðru og triðju
ferð sínari.
Efesus
Bæði á aðru og triðju ferð síni vitjaði
Paulus Efesus. Efesus var ein týdningarmikil
handilsbýur í Lítla Ásia. Her var tað eisini, at
Artemistemplið var. Kristniboðan Paulusar
varð mett sum hóttan móti inntøkuni hjá
templinum. Aftur var uppreistur gjørdur
ímóti honum, og ferðalið hansara varð
drigið í uttandura leikpallin í býnum. Eftir
at býarskrivarin hevði sissað fólkið, slapp
ferðaliðið út aftur. Sterka samband Paulusar
við kirkjuliðið í býnum kemur týðiliga til
sjóndar í fráfaringarrøðu hansara til teir
elstu í samkomuni,
Áp 20,17-38
.