Page 44 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Paulus ápostul. Glasmosaikk í Bayonne-
katedralinum í Fraklandi.
handaálegging · uggandi · lýdni
42
Barnabas og Paulus koma til Antiokia
Tá ið samkoman í Jerúsalem frætti, at í Antiokia arbeiddu tey við
heidningaboðan, og at nógvir heidningar lótu seg umvenda, sendu teir
Barnabas til Antiokia at kanna málið.
Barnabas var hugtikin av viðurskiftunum í Antiokia. Hann fór síðani til
Tarsus eftir Paulusi, og teir báðir arbeiddu eitt heilt ár í Antiokia. Tað
var í Antiokia, at heitið kristin var nýtt á fyrsta sinni um tey, ið hildu seg
til kristnu trúnna.
Barnabas og Paulus sum trúboðarar
Eftir hetta árið í Antiokia varð avgjørt at senda Paulus og Barnabas út at
boða kristnu læruna aðrastaðni í Rómverjaríkinum.
Tað vóru ikki teir báðir Barnabas og Paulus sjálvir, ið bóðu um at verða
sendir út sum trúboðarar. Heldur ikki var tað samkoman, ið fekk hetta
í lag. Men sagt varð, at tað var heilagi andin, ið vísti samkomuni, at tey
skuldu senda teir út í hetta arbeiðið.
Eins og gjørt verður í dag, tá ið onkur verður sendur út sum kristni-
boðari, vórðu teir settir í hetta starv við bøn og handaálegging.
Onnur ferðin gekk ígjøgnum Lítla Ásia til Grikkalands. Á hesari ferðini
steðgaðu teir hálvtannað ár í Korint.
Ferðir Paulusar halda fram
Á triðju ferðini steðgaði Paulus hálvttriðja ár í Efesus. Fjórða ferð
Paulusar var til Róm, hagar hann sigst vera futtur sum fangi. Komin til
býin varð hann settur í húsavarðhald. Meðan hann sat í húsavarðhaldi,
skrivaði hann mong uggandi brøv til tey ymsu kirkjuliðini. Tey tredivu
árini Paulus ferðaðist og boðaði kristnu læruna, stovnaði hann nýggj
kirkjulið.
Jødar vóru teir fyrstu, ið Paulus vendi sær til, tá ið hann kom eitt stað,
hann ikki hevði verið áður. Men tey festu vildu ikki taka boðskap
hansara um frelsu við trúgv á Jesus Kristus fram um lýdni móti
Móselógini. Sum oftast vildu jødar einki hava við Paulus at gera, og so
vendi hann sær til heidningarnar. Um tað vóru jødar ella heidningar,
hann talaði til, so royndi hann at seta tað nýggja í samband við tað, tey
kendu frammanundan.
Í
Áp 9,1-14
fnna vit fýra heiti
nýtt um tey kristnu
• Lærusveinar Harrans
• Nøkur, sum hoyrdu til
vegin
• Jesu heilagu
• Tey, sum ákalla Jesu navn
at Paulus ofta verður avmyndaður
við einari bók og einum svørði í
hondini. Bókin vísir til skriftirnar,
og svørðið kann merkja, at Paulus
varð dripin við svørði, ella andans
svørð, sum nevnt verður í
Ef 6,17.