Page 45 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 4 - Paulus ápostul
heidningakristin · reinleikalógir · siðloysi · siðvenja
43
Samkoman í Jerúsalem varð ofta
nevnd móðursamkoman, tí hon
var tann fyrsta og gjørdist móðir
at mongum øðrum samkomum.
At kristniboðanin breiddi seg frá
Jerúsalem var fyrst og fremst av
teirri orsøk, at eftir at Stefan var
steinaður, vórðu mong kristin
noydd at fýggja úr býnum. Allar
staðir, har tey komu, prædikaðu
tey. Nøkur teirra komu til tann
sera týdningarmikla býin Antiokia
í Sýria.
Ápostlafundurin í Jerúsalem
Málið um, hvat nú rættast var at halda seg til, varð lagt fyri móðursam-
komuna í Jerúsalem. Har vóru tað ápostlar og teir elstu í samkomuni,
ið skuldu avgera stríðið.
Hesin fundur fekk stóran týdning fyri útbreiðsluna av kristindóminum
millum heidningar.
Málið um, hvørt heidningakristin skuldu halda Móselógina ella ikki,
kom so til viðgerðar.
Paulus royndi at føra fram, at mangir heidningar høvdu tikið við kristnu
trúnni og vóru doyptir. Soleiðis hevði Gud víst, at hann tók ímóti
heidningum, hóast teir als ikki hildu Móselógina ella vistu um hana.
Paulus helt, at teir kravdu meira av teimum heidningakristnu, enn Gud
kravdi.
Tað var eftir ápostlafundin, at Paulus og Barnabas fóru hvør til sítt.
Viðtøkurnar á ápostlafundinum
Teir strongu jødakristnu máttu slaka í sínum krøvum. Tey heidninga-
kristnu skuldu ikki halda allar reinleikalógir, men bara nakrar. Nú
kundu øll tey kristnu koma saman uttan at misteinkja hvønn annan.
Gleðin var stór í Antiokia, tá ið tey frættu hesi tíðindi. Nú kundu øll
kristin liva saman sum brøður og systrar.
Hesi forboð vóru galdandi fyri tey heidningakristnu.
• At fremja siðloysi.
• At eta kjøt, ið ofrað varð til avgudar. Her var talan um kjøt, ið leyp av, tá ið slaktað varð til
offurdyrkan. Hetta kjøt varð selt á torgum á sama hátt sum annað kjøt.
• At eta blóð og kjøt av kvaldum djórum. Siðvenja jødanna er at lata alt blóð renna úr slaktaðum
djórum. Tí verður høvdið ikki snarað av, men skorið av. Lógin noktaði teimum at eta blóð, tí hildið
varð, at sálin var í blóðinum.