Page 46 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
rættvísgera · aðaltáttunum · ranglæru
44
Galatabrævið
Eitt dømi er Galatabrævið, har nakrir kristnir jødar, eftir hugsan Paulusar, hava borið
samkomuni falska læru. Paulus nýtir meginpartin av brævinum at greiða frá, at ikki
er neyðugt at halda Móselógina fyri at vera eitt Guds barn. Bara trúgvin á Jesus kann
rættvísgera eitt menniskja.
Henda rættvísgerð av trúnni er ein av aðaltáttunum í boðan Paulusar ikki bara í Galata-
brævinum, men sum heild.
Filippibrævið
Filippibrævið er frá Paulusi og hjálparmanni hansara Timoteusi til samkomuna í Filippi.
Brævið til Filippimanna er eitt vinarbræv, har høvuðsevnið er Jesus Kristus, og har stór
gleði er um, at boðskapurin um Jesus vinnur fram.
Samkoman í Filippi var fyrsta samkoma, Paulus setti á stovn í Evropa á aðru trúboðaraferð
síni. Hann steðgaði ikki so leingi í býnum, men tað eydnaðist honum at stovna eina
ógvuliga virkna samkomu.
Eingin ivi er um, at Paulus hevur skrivað brævið. Tó er nakað av óvissu um tað brotið,
ið verður nevnt Filippibrævlovsongurin. Spurningurin er, um hetta er ein eldri kristin
lovsongur, ið Paulus endurgevur, ella hann sjálvur hevur yrkt.
Kolossubrævið
Kollossubrævið er skrivað til samkomuna í Kolossu, við ánna Lykus í Turkalandi. Býurin
var um 175 km eystan fyri rómverska stórbýin Efesus. Hildið verður, at býurin varð
lagdur í oyði av jarðskjálvta í árinum 60-61 e.Kr.
Brævið er ein áminning um at ansa eftir ranglæru, ið vinnur frama í samkomuni. Hvør
henda ranglæra er, er heldur óvist, tí brævið kemur ikki beinleiðis inn á hesa læru.
Filemonbrævið
Filemonbrævið er eitt stutt bræv, ið varð sent við Týkíkus, sum eisini skuldi føra trælin
Onesimus aftur til harra sín Filemon, ið hann var rýmdur frá. Paulus biður teir taka sær
væl av Onesimusi og lata hann byrja av nýggjum, eins og Jesus lærdi.
Brøv Paulusar
Paulus er kendur fyri tær mongu kristnu samkomurnar, hann læt
stovna í londunum við Miðjarðarhavið. Tað var í hesum sambandi,
hann skrivaði síni mongu brøv.