Kap. 4 - Paulus ápostul
opinberað · eggjar til · tvídráttur
45
Efesusbrævið
Hildið verður, at Paulus skrivaði Efesusbrævið, meðan hann sat fangi í Róm. Um somu
tíð skrivaði hann eisini Kolossubrævið og Filemonbrævið. Hesi trý brøvini verða eisini
nevnd fangabrøvini.
Efesusbrævið kann verða býtt í tveir høvuðspartar.
Teir tríggir fyrstu kapitlarnir eru tann lærandi parturin. Teir tríggir seinnu eru meira
áminnandi.
Rómverjabrævið
Rómverjabrævið er stílað til samkomuna í Róm. Brævið er miðvís trúarlæra. Her skrivar
Paulus um Guds rættvísi sum eina gávu til tey kristnu. Júst hetta fekk eisini stóran týdn-
ing fyri Martin Luther og tað, hann bar fram.
Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum
trýr, bæði fyri Jøda fyrst og síðan fyri Grikka.
Tí at rættvísi Guðs verður honum opinberað av trúgv til trúar, eins og skrivað stendur: Men hin
rættvísi skal liva av trúgv.
Fyrra Korintbræv
Brævið er skrivað sum svar upp á eitt bræv, sum samkoman í Korint hevur sent Paulusi.
Paulus vísir eisini til eitt bræv, hann fyrr hevur skrivað teimum, men hetta brævið er
burtur og sostatt ikki við í Nýggja Testamenti. Í fyrra Korintbrævi er sostatt ein partur
av brævasambandinum millum Paulus og samkomuna í Korint. Umframt brøv hevur
Paulus eisini fngið munnligar frágreiðingar frá limum í samkomuni. Tað eru ikki hugalig
tíðindi, hann frættir. Samkoman er býtt í bólkar, og nógv klandur er.
Brævið eggjar tí til samanhald og semju. Í 1. Kor 1,10 lesa vit høvuðsboð Paulusar:
Men
eg áminni tykkum, brøður, fyri navn várs harra Jesu Krist skuld, at tit altíð mugu vera á einum
máli, og at ikki má vera tvídráttur tykkara millum, men at tit mega vera fullkomiliga sameindir
í sama huga og í somu hugsan.
Paulus svarar eisini feiri spurningum viðvíkjandi offurkjøti, hjúnabandi og náðigávum.