Tey, ið hava áhuga í numerologi,
granska í fjalda týdninginum,
sum tey halda tøl og alt tað,
sum kann gerast til tøl, eitt nú
føðingardagar og nøvn, hava.
Tá vit tosa um tøl í Bíbliuni,
serliga Gamla Testamenti, sær tað
sambært eldri keldum út til, at vit
ikki skulu hugsa ítøkiliga um tøl,
men heldur at tey umboða okkurt.
Soleiðis umboðar 10-talið nógv,
100 umboðar heilt nógv og 1000
umboðar óteljandi.
at tølini í hebraiska tekstinum
til Gamla Testamenti eru skrivað
sum orð, eins og tey festu tølini
í grikska partinum til Nýggja
Testamenti. Á Moabitsteininum,
sum varð funnin í árinum 1868,
og sum er frá júst hesi tíðini, eru
tølini eisini skrivað sum orð.
50
Tøl
Tøl og tekn hava allar dagar hugtikið fólk um allan heim. Allir teir stóru
heimsátrúnaðirnir og heimsmentanirnar hava áhugan fyri tølum í felag.
Hildið verður, at summi tøl hava serstakan týdning og megi, men somu
tøl hava ikki altíð sama týdning.
Tøl hava eisini ein praktiskan týdning, tá hugsað verður um list,
byggilist og tónleik, og tíðarrokning. Kristindómurin hevur havt stóra
ávirkan á, hvussu álmanakkin er mentur, og hvussu vit rokna tíðina.
Í kristindóminum hava fólk eisini verið hugtikin av tølum og mátum. Í
2. Mós kap 26
og
36
lesa vit um, hvussu Halgidómurin sá út, og hvussu
hann var gjørdur.
Tey festu kenna eisini fyribrigdi sum eydnutøl, óeydnutøl og gandatøl
frá verðsliga lívinum.
serstakan · praktiskan · verðsliga lívinum
Astronomiska urið í Prag í Kekkia.