51
Kap. 5 - Tøl
1
Frá gamlari tíð hevur eitttalið staðið fyri Gud.
Tað er ein Gud,
5. Mós 6,4
Syndin kom í heimin við einum manni, og vit verða
rættvísgjørd við einum manni,
Róm 5,1-12
Tøl í Bíbliuni
3
Trítalið verður ofta nevnt Guds tal. Trítalið hevur havt eina serstøðu.
Tað er talið, sum førir ættina víðari. Tvey skulu til at fáa í minsta lagi
eitt avkom. Trítalið merkir eisini ein heild.
Gud er tríeinur,
Matt 28,19
Tríggir mans komu til Ábrahams,
1. Mós 18,2
Jónas var tríggjar dagar í hvalabúkinum,
Jón 2,1
Jesus skuldi verða í grøvini 3 dagar og 3 nætur,
Matt 12,40
Tríggir menn hingu á Golgata,
Matt 27,38
Talið verður ofta nevnt Guds tal
7
Sjeytalið merkir fullkomileika. Skapanin vardi í 7 dagar. Sjey kann bæði vera
eydnutal og óeydnutal. Sjeytalið er tað talið, sum oftast er nevnt i Bíbliuni.
Seks skapanardagar og ein hvíludagur,
1. Mós 2,2-3
Sjey ferðir gingu ísraelsmenn um múrin í Jeriko,
Jós 6,2-16
Fárao droymdi um 7 feitar kýr og 7 rakar kýr, 1.
Mós 41,2-3
Sjey stjørnur og sjey ljósastakar,
Op 1,20
Sjey einglar og sjey plágur,
Op 15,1
rættvísgjørd · avkom · plágur