Frá trúbót
til okkara dagar
Eftir at Jens Riber, fyrsti biskupur eftir trúbótina, fór av landinum, hevði
eingin biskupur sæti aftur í Føroyum fyrr enn seint í 20. øld. Føroyska
kirkjan var miðskeiðis í 1500-talinum løgd undir biskupssætið í Bergen.
Danmark og Noreg vóru tá á døgum eitt ríki. Nú vóru Føroyar eitt
próstadømi.
Soleiðis var skipanin fram til ár 1620, tá Føroyar vórðu skipaðar sum
próstadømi undir biskupsdøminum á Sjællandi og frá 1923 undir
Keypmannahavnar biskupsdømi. Í 1963 varð varabiskupsembætið sett
á stovn í Føroyum, og í 1990 gjørdust Føroyar so aftur sjálvstøðugt
biskupsdømi eftir sløk 450 ár undir útlendskum biskupi.
Fyrsti próstur í Føroyum var Heini Jóansson, vanliga nevndur Heini
Havreki. Hann var føddur í Bergen í 1540 og doyði í 1576. Søgnin
sigur, at hann rak av leið í ódnarveðri í Noregi og kom í báti sínum inn
á Húsavík í Føroyum. Hann varð verandi í Føroyum og giftist her, men
hinir av manningini fóru aftur til Noregs.
biskupssætið · próstadømi · sløk
58