Kap. 6 - Frá trúbót til okkara dagar
Presttal var peningur, sum var
latin við altargongd, og tíggjund
var lógin um, at tíggjundapartur
av allari veiðu skuldi verða latin
presti og kirkjuni.
Ein onnur søgn eftir Andreas Weihe sigur frá, at Heini Havreki rak á
land heiman fyri Eystnes í Eysturoy. Bátsfelagar hansara vóru deyðir, og
sjálvur var hann illa á holdum komin. Í neyð síni hevði Heini lovað ta
olmussu, at um hann kom livandi í land, skuldi hann byggja eina kirkju
á tí staðnum, har hann kom í land, og tæna Gudi, so væl hann kundi.
Um henda søgnin er eftirfarandi, so hevur tann fyrsta lutherska kirkjan
á Nesi verið olmussukirkja.
Heini Havreki var gudfrøðingur og helt seg til evangeliskt-luthersku
læruna. Hann gjørdist sóknarprestur í Eysturoy og fyrsti próstur í
Føroyum.
Eingin próstagarður var, men próstarnir í Føroyum vórðu í mong ár
búgvandi í tí prestagarði, teir búðu í, áðrenn teir gjørdust próstar. Tó
vita vit, at teir festu próstarnir seinnu árini búðu á Nesi í Eysturoy.
Ein orsøk, at biskupssætið varð niðurlagt, kann hava verið, at inn-
tøkurnar hjá kirkjuni minkaðu so nógv eftir trúbótina, at lønin var ov
lítil til, at biskupur kundi livað so virðiliga, sum hann hevði tign til.
Próstur fekk lægri løn og hevði minni vald, enn biskupur áður hevði
havt.
Frá trúbótini til eftir 1900 fngu prestar ikki annað í løn enn tað, sum
prestjørðin gav, og so tað, sum fólk góvu sum offur, presttal og tíggjund.
Presttal og tíggjund vórðu avtikin við lóg í 1908. Í staðin kom reiður
peningur, sum Statskassin rindaði presti og kirkjunum.
sóknarprestur · prestjørðin · Statskassin
59