Prestur og deknur
Fyri trúbótina vóru einar 54 kirkjur ella bønhús í Føroyum, men eftir
trúbótina minkaði talið til 39, sum so helt sær til um ár 1900. Hesa
tíðina vóru 7 prestar í Føroyum, so tað hevur ikki borið teimum til at
vitja kirkjurnar hvønn sunnudag.
Tað hevði tó ikki við sær, at kirkjurnar stóðu tómar sunnu- og halgidagar.
Í staðin varð hildin ein deknagudtænasta, sum tað nú verður nevnt, har
deknur las lestur.
Tá prestur aftur kom at halda gudstænastu, kastaði hann jørð á grøvina
hjá teimum, sum deyð og grivin vóru síðan seinastu gudstænastu. Tá
bóru tey eisini børn til dópin, eins og altargongd var, tá prestur vitjaði.
Tó var ikki ókent at bera ella føra smá børn langar leiðir til eina bygd
við presti, so tey kundu verða doypt sum skjótast.
Til eru elligamlar lestrabøkur, sum bera boð um hetta virksemið. Bøkur
eftir í øllum førum einar 100 høvundar eru til skjals í dag.
Upprunin til deknatænastuna kann stava aftur til fyri trúbótina, tá
kirkjan stóð fyri undirvísingini í kristnikunnleika.
Ein hin kendasta og tiltiknasta lestrabókin man vera Brochmands
lestrabók. Hon er kend fyri sínar ógvuliga longu lestrar. Serliga teir
lestrar, sum ætlaðir vóru at lesa um summarið, vóru langir, tí tá var so
leingi ljóst. Mangar eru søgurnar um tey ella teir, sum móð av strævnari
arbeiðsviku ikki orkaðu at halda seg vakin undir øllum lestrinum.
Lestrarnir kundu vara í einar tveir tímar.
Hesa tíðina varð sungið úr sálmabókini hjá
Kingo. Sum tíðin leið, og annað tilfar kom
fram at lesa og syngja úr, var tað tikið við
í gudstænastuna. Ikki gekk tað altíð so
lætt at góðtaka nýggjan sið. Tað skrivar
Mads Andrias Winther meistaraliga um í
stuttsøguni “Orrustan í Klandursskoti”.
Ein lestur er ein prædika, skrivað
av einum presti, til at lesa upp
við gudstænastu. Í eini lestrabók
er ein lestur til hvønn sunnudag í
kirkjuárinum.
Kingo · orrustan
at vanligt var, at fólk áttu tørn
at fara til altars aðruhvørja ferð
prestur var, og at menn hava setst
aftur at fara til útróðrar, av tí at
prestur skuldi koma, og tað var
teirra tørn at fara til altars.
at vit ofta siga um eina ógvuliga
langa talu, at hon er sum ein
brokkmanslestur.
Hesa tíðina varð sungið úr sálmabókini hjá
Kingo. Sum tíðin leið, og annað tilfar kom
fram at lesa og syngja úr, var tað tikið við
í gudstænastuna. Ikki gekk tað altíð so
lætt at góðtaka nýggjan sið. Tað skrivar
Mads Andrias Winther meistaraliga um í
60