Tjóðskaparlig veking, 2000,
eftir Anker Eli Petersen
Átrúnaður og móðurmál
Vanligi føroyingurin hevur á ein hátt altíð havt virknan lut í kristin-
lívinum. Lestrabøkur, sálmabók og Bíblia hava verið í brúki í føroysku
heimunum. Her er eisini vert at nevna eina aðra lærubók, katekismus
eftir Luther.
Tað verðsliga lívið og tað andaliga lívið hava livað lið um lið. Soleiðis
var støðan fram til 19. øld. Tær lestrabøkurnar, sum komu aftan á
Brochmand, vóru ávirkaðar av tí andaliga rákinum, sum um ta tíðina
fór um Evropa, serliga pietismuni.
Politiska rákið broyttist um hesa tíðina soleiðis, at fólk fngu størri
persónligt frælsi.
n
Trúarfrælsi kom við grundlógini í 1849
n
Einahandilin varð tikin av í 1856
n
Føroyingafelag varð stovnað í 1888 at vinna føroyska málinum
betri sømdir
n
Tjóðskaparkenslan vaknar, og háskúlamentanin vinnur fram
n
Føroyar fara frá at vera bóndasamfelag til at vera fskivinnusamfelag
Seinast í 19. øld fara vekingarrørslur at taka seg upp bæði uttanlands
og í Føroyum.
Ein vekingarrørsla er ein átrúnaðarlig rørsla, sum hevur røtur aftur í
pietismuni. Ein vekingarrørsla ger ofta upp við tað siðbundna, bæði
gudstænastuskipan og innihald. Veking hevur ofta samband við kenslur
og persónligar hendingar.
Í øldir hevði kirkjan verið einasta átrúnaðarliga samkomuhús hjá
føroyingum, men miðskeiðis í 1800-talinum hendu stórar broytingar
á hesum øki.
Katekismus merkir lærubók.
Í hesum føri ein lærubók í tí mest
grundleggjandi í kristnu trúnni.
pietismuni · sømdir
62