Page 65 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 6 - Frá trúbót til okkara dagar
Málstríð tók seg upp stutt fyri ár 1900 og vardi langt upp í 20. øld.
Stríðið stóð um at geva føroyskum máli somu sømdir sum danskt hevði
í skúla og í kirkju. Tað fyrsta vit vita, at nakar hevur prædikað á føroysk-
um, er tá V. U. Hammershaimb prædikaði í Kvívík í 1855. Tað varð so
illa dámt, at hann ongantíð talaði aftur á føroyskum.
Hin 8. juli í 1902 talaði prósturin Fríðrikur Petersen á fyrsta sinni á
føroyskum í Kirkjubøar kirkju eftir umbøn frá kirkjufólkinum, og 13.
juli í 1902 prædikaði A. C. Evensen í Skopunar kirkju á føroyskum.
Frá 1903 var loyvt at prædika á føroyskum, men bæði prestur og
biskupur skuldu góðkenna umbønina. Ein grundgeving fyri eini um-
bøn var ofta hon, at bæði heimamissiónin og brøðrasamkoman hildu
síni møti á føroyskum. Óivað hevur hetta skundað undir, at vit sum frá
leið fngu føroyskt kirkjumál.
Tað var tó ikki fyrr enn í 1939, at Løgtingið samtykti, at føroyskt mál
skuldi javnsetast við danskt sum kirkjumál. Kirkjan varð sostatt fyrsta
almenna økið, har føroyskt vann fulla viðurkenning.
V. U. Hammershaimb gjørdi
uppskot til føroyskt skriftmál í
1846, sum tók støði í norrøna
upprunanum. Við smærri
broytingum er hetta tað skriftmál,
vit nýta í dag.
Minnisvarði yvir V. U. Hammershaimb í Sandavági, 1919. Óla Jákup Hansen í Horni og Martin Jacobsen
gjørdu grótarbeiðið, og Charles Arvesen gjørdi myndina.
skundað undir · tók støði í
63