skrifta · fransiskanasystrar
66
Tilmiðskeiðis í 1800-talinumvar bara einkirkja ella samkoma í Føroyum,
fólkakirkjan. Tá tóku ymsar rørslur seg upp í Evropa, og onkrar teirra
komu eisini henda vegin. Summar festu røtur, aðrar ikki.
Hesar rørslur vóru so at siga allar á ein ella annan hátt sprotnar úr
evangelisku vekingunum, sum fóru fram, serliga í Amerika og í Bretlandi.
Her skal vera nomið við tær størstu samkomurnar uttan fyri fólka-
kirkjuna: katólska kirkjan, brøðrasamkoman, frelsunarherurin, adventista-
samkoman, hvítusunnusamkomurnar og so heimamissiónin, sum er á
fólkakirkjuligum grundarlagi.
Katólska kirkjan
Miðskeiðis í 1800-talinum gjørdi pávin í Róm av, at eitt ápostolskt øki
skuldi skipast í Norðurhøvum. Í 1857 kom týski presturin Georg Bauer
og ein italskur hjálparmaður, Luigi Mussa, til Føroya. Fólk vóru eitt
sindur illgrunasom um, hvat teir mundu vilja, og tað var ikki lætt hjá
teimum at fáa innivist. Í 1859 keypti Georg Bauer eini hús í Rættará
í Havn, og so við og við mentist ein lítil samkoma. Georg Bauer var í
Føroyum í tólv ár.
Eftir tað komu feiri katólskir prestar til Føroya. Sum tíðin leið gjørdist
greitt, at henda lítla samkoma vaks ikki, heldur minkaði. Teir góvust at
hava katólskan prest í Føroyum, men sendu eftir boðum frá pávanum
av og á ein prest úr Danmark at vitja nøkur fá fólk á Hvítanesi, so tey
kundu skrifta og fáa sakramentið. Á Hvítanesi var ein lítil katólsk kirkja,
har tey hildu andakt.
Í 1929 kom ein katólskur prestur til Føroya ávegis til Íslands. Her fær
hann at vita, at eingin katólsk kirkja er longur í Føroyum. Í 1931 kom
hann aftur til Føroya. Tá komu eisini tvær fransiskanasystrar til Føroya.
Tær vóru ikki í eyðkenda búnanum, men í vanligum klæðum av ótta
fyri, hvørja móttøku tær mundu fáa. Seinni komu fmm aðrar fransis-
kanasystrar higar.
Samkomur í
Føroyum
Hetta fjósið á Hvítanesi var av
fyrstan tíð katólsk kirkja.