Mariukirkjan í Tórshavn.
Kap. 7 - Samkomur í Føroyum
67
Fólk vendu sær til teirra við sínum trupulleikum, tí hetta vóru ikki
góðar tíðir í Føroyum. Tey søktu sær hjálp viðvíkjandi útbúgving og
barnaansing. Sama ár settu fransiskanasystrarnar fyrsta barnagarð í
Føroyum á stovn. Tær høvdu ábyrgd av 22 børnum. Í 1933 varð kirkja
bygd og vígd, og í 1934 lótu tær skúla upp, hóast ávísa mótstøðu.
Henda katólska samkoman livir enn. Nýggj stásilig kirkja varð tikin í
nýtslu í 1987. Tórshavnar kommuna hevur yvitikið skúlan og vøggu-
stovuna, men barnagarðurin hoyrir enn til fransiskanasystrarnar.
Brøðrasamkoman
Tann fyrsta vekingarrørslan, ið kom til Føroya, var brøðrasamkoman.
Í 1865 kom ein maður úr Hetlandi, William Gibson Sloan, til Føroya
við eini slupp. Hann var føddur í Skotlandi og var ávirkaður av eini
vekingarrørslu har, The Plymouth Brethren, ella plymouthbrøðurnir.
Hann hevði ikki gudfrøðiligt embætisprógv, men var so at siga sjálv-
lærdur bíbliukønur. Í dagbók síni skrivaði hann, at hann var vorðin
áhugaður í oyggjunum, har hetlendingar og fransmenn í stórum tali
fskaðu. Hann skrivaði eisini, at eingin trúboðan var í Føroyum, og at
bert fáir lutherskir prestar vóru her. Tey fyrstu árini ferðaðist William
Gibson Sloan millum Hetland og Føroyar.
Frá 1870 búði William G. Sloan í Tórshavn, men ferðaðist dúgliga um
landið at halda møti, ofta uttandura, og mong komu at lurta. Tað gekk
Hóast ofta verður tosað um
brøðrasamkomuna sum eina
samkomu, so er rættari at siga,
at hetta eru sjálvstøðugar
samkomur við egnari leiðslu.
Brøðrasamkoman nýtir orðið
“brøður”. Tað er tað heitið, Nýggja
Testamenti nýtir um tey kristnu.
Nøkur sereyðkenni hjá
vekingarrørslum
• Protestantiska fatanin av
Bíbliuni er evsti myndugleiki
• Frelsuverk Guds, sum tað er lýst
í skriftunum, er søguliga veruligt
• Týdningurin av persónligari
umvending
• Evangelisering og trúboðan eru
sera týdningarmikil
• Hitt andaliga lívið, ið broytir
menniskju, er týdningarmikið