slóðbrótari · evnaríkur
Standmynd av Victori Danielsen í Fuglafrði,
2008, eftir Hans Paula Olsen, f. 1957
68
Zarepta í Vatnsoyrum.
tó ein tíð, til fyrsta samkoman var veruleiki, og í 1879 varð lítið sam-
komuhús bygt í Tórshavn. Tað vóru brøður í Skotlandi og í Onglandi, ið
fngu hetta gjørt. Hetta var fyrsta evangeliska samkomuhúsið í Føroyum.
Her hildu tey møtir og sunnudagsskúla.
Ein annar slóðbrótari innan brøðrasamkomuna var Victor Danielsen.
Hann var læraralærdur, men eftir stutta tíð sum lærari, tók hann tað
stigið, at halga sítt lív til at boða Guds orð. Victor Danielsen var ógvuliga
evnaríkur og ágrýtin. Hann var ein framúr góður talari og hevur yrkt og
umsett hópin av sálmum og sangum.
Bíbliutýðingin má tó sigast at vera meistaraverk hansara. Av tí at Victor
Danielsen legði so nógv skrivligt eftir seg, er hann eisini tann, vit oftast
hugsa um, tá vit tosa um brøðrasamkomuna.
Vert er eisini at nevna son William Sloans, Andrew Sloan. Hann var
eisini virkin trúboðari og bíbliulærari. Meðan tað ikki gekk so skjótt hjá
pápa hansara at fáa undirtøku, so vaks brøðrasamkoman nógv, meðan
Andrew Sloan livdi, serliga í 1920-árunum og 1930-árunum. Tað var
júst í hesum tíðarskeiði, at Victor Danielsen var serliga virkin at boða.
Høvuðsboðskapurin hjá brøðrasamkomuni var, at vit verða frelst av
náði við trúgv á Jesu fullgjørda verk á Golgata. Brøðrasamkoman brúkar