Page 71 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
breyðbróting · minnismáltíð · fótafesti
Ungdómsarbeiði hjá heimamissiónini.
at brøðrasamkoman vanliga ongan
skrásettan limaskap hevur, at
hvør samkoma er sjálvstøðug,
og at brøðrasamkoman ikki er
skipað í landsnevnd ella tílíkt.
Blái Krossur byrjaði í Sveis í 1877.
Tað var presturin Louis Lucien
Rochat, sum byrjaði hjálpararbeiði
millum misnýtarar. Í dag er Blái
Krossur í feiri enn 50 londum,
serliga í Evropa og Afrika.
Kap. 7 - Samkomur í Føroyum
69
ikki trúarjáttan og barnadóp. Breyðbrótingin er ein minnismáltíð og
verður hildin hvønn sunnudag.
Í dagligari talu verða brøðurnir ofta nevndir baptistar, av tí at sam-
koman líkist baptistasamkomum ella -kirkjum úti í heimi. Hetta kemst
av, at samkoman ikki hevur barnadóp, men doypir vaksin, sum biðja
um at verða doypt, við at lata tey fara undir kav. Annars eru rættiliga
stórir munir á brøðrasamkomuni og nógvum baptistakirkjum.
Brøðrasamkoman er í dag størsta kristna samkoma í Føroyum uttan
fyri fólkakirkjuna. Samkomuhúsið verður eisini nevnt salur. Virkisøkið
hjá samkomuni er fjølbroytt. Umframt ymisk møti, er sunnudagsskúli,
legur fyri børn og vaksin, og annað virksemi. Eisini stuðlar brøðrasam-
koman feiri trúboðarum úti í heimi.
Heimamissiónin
Meðan brøðrasamkoman tók seg upp sum ein vekingarrørsla uttan fyri
fólkakirkjuna, so tók ein onnur vekingarrørsla seg upp á fólkakirkju-
ligum grundarlagi, heimamissiónin nevnd.
Indre missión, sum tað av fyrstan tíð æt, kom av álvara til Føroya í
1904 við prestinum Axel Moe. Áður høvdu tveir danskir prestar, sum
vóru ávirkaðir av donsku indre missión, roynt at fáa eina vekingarrørslu
innan fyri fólkakirkjuna, men hon fekk ikki fótafesti tá.
Tey fyrstu árini ferðaðist Axel Moe runt í landinum sum trúboðari, men
frá 1906 varð hann settur prestur í Vági. Tað má roknast at verða í Vági,
at heimamissiónsarbeiðið av álvara tók seg upp. Haðan breiddi tað seg
um alt landið, og sum tíðin leið, vórðu feiri trúboðarar settir runt um
í landinum.
Tað var eisini í 1930-árunum, at heimamissiónin hevði sína stóru
vekingartíð.
Í summum bygdum var blákrossvirksemi fyrst, sum so gjørdist heima-
missiónsvirksemi eisini. Tað var ikki altíð so, at tað var ein trúboðari,
sum byrjaði virksemi á bygdunum. Ofta vóru tað fólk við áhuga
fyri hesum slagi av arbeiði, sum byrjaðu í egnaðum hølum, eitt nú
skúlanum.