Page 72 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Leguhúsið í Nesvík.
sjómanskvinnuringar
Sjómansmissiónin er frukt av
heimamissiónsarbeiðinum
í Føroyum. Sjómansmissónin
varð sett á stovn í 1918.
Endamálið er at røkka sjófólki við
gleðiboðskapinum. Vitjað verður
um borð á skipum við bløðum
og øðrum tilfari. Runt landið eru
sjómanskvinnuringar. Tað eru teir,
ið m.a. senda jólapakkar umborð á
skipini.
70
Blái Krossur byrjaði arbeiði sítt í Føroyum 18. november í 1904. Blái
Krossur Føroya, sum er ein grein av Altjóða Bláa Krossi, virkar út frá
fólkakirkjunnar evengelisk-lutherska grundarlagi, har dentur verður
lagdur á gleðiboðskapin um Guds kærleika til okkum menniskju, ta
kristnu siðalæruna og skyldu okkara at elska hvønn annan og hava
umsorgan fyri hvørjum øðrum.
Blái Krossur í Føroyum hevur eitt viðgerðarstað fyri fólk við rústrupul-
leikum, kafé og sølubúðir, har tey selja brúkt klæði og ting fyri lítlan
penga.
Av tí at heimamissiónin er á fólkakirkjuligari grund, og tí ikki hevur
dóp og sakramenti, so er eingin skráseting sum so og tí eingi hagtøl fyri
upp- og niðurgongd. Tilknýtið til kirkjuna hevur eisini verið sterkt.
Ofta eru somu fólk virkin í báðum støðum.