Page 73 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
samfelagsráð · útimissión
Djóradagur í sunnudagsskúlanum í Meinigheitshúsinum í Tórshavn.
Sjómanskvinnuringur í Leirvíkar Missiónshúsi.
at heimamissiónin hevur eini
40 missiónshús umframt nakrar
samkomur, sum koma saman í eitt
nú skúlum.
Kap. 7 - Samkomur í Føroyum
71
Í 1921 varð samfelagsráð sett á stovn fyri heimamissiónina í Føroyum.
Samfelagsráðið hevði ikki nakran myndugleika yvir trúboðarum ella
heimamissiónssamfeløgum, men hevði heldur eina ráðgevandi uppgávu
sum bindilið millum missiónsarbeiðið í Føroyum og høvuðsstýrið fyri
indre mission í Danmark.
Í 1990 gjørdist heimamissiónin sjálvstøðug. Tað er tó framvegis gott
samstarv millum donsku og føroysku heimamissiónina. Hægsti
myndugleiki fyri heimamissiónini er høvuðsstýrið. Heimamissiónin
hevur í dag serliga trý høvuðsøki. Tað er heimamissión, sjómansmissión
og útimissión. Harafturat er eisini eitt ávíst hjálpararbeiði.
Grundarlagið undir heimamissiónini er tað sama sum grundarlagið
undir kirkjuni. Virksemið hennara byggir á Guds orð og á ta evangelisk-
luthersku læruna. Heimamissiónin hevur sum sítt fremsta endamál og
uppgávu at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi.
Arbeiði hennara verður útint í samstarvi við prestarnar í fólkakirkjuni,
har tað er gjørligt. Til tess at røkka endamálinum verða hildin almenn
missións- og bønamøti, bíbliutímar, missiónsvikur og onnur kristilig
tiltøk so sum sunnudagsskúli og legur bæði fyri børn og vaksin.