Page 74 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
at heilsublaðið hjá sjeyndadags­
adventistunum, “Sundhedsbladet”
er elsta blað av sínum slagi í
Norðurlondum.
samtaki · sámilig
Adventkirkjan í Tórshavn.
72
Adventistakirkjan
Upprunaliga stavar adventistakirkjan frá einum samtaki millum feiri
ymiskar kirkjur, sum høvdu tað í felag, at tær væntaðu Jesu afturkomu
skjótt.
Í 1844 kom skilnaður millum hesar samkomur, og ein bólkur fekk
heitið sjeyndadagsadventistar. Tað kemst av tí, at teir halda leygardagin
heilagan.
Í tíðarriti teirra “Sandhedens Tidende” stóð í 1893 at lesa, at roynt hevði
verið at fáa fótafesti í Føroyum. Tað var norðmaðurin O. J. Olsen, sum
hevði verið her og selt bøkur. Í 1908 vitjaði bókasølumaðurin, Wilhelm
Nordlund, sum var sjeyndadagsadventistur, her. Men hann fór eisini
avstað aftur.
Í 1913 komu aftur tveir adventistar sum bókasølumenn og trúboðarar.
Tað má metast, at við teimum báðum, dønunum Valdemar Jacobsen og
Gaston Emanuel Westman, fekk sjeyndadagsavdentistakirkjan fótafesti
í Føroyum. Síðani tá hava nógvir prestar verið her og hildið á, har hinir
sleptu. Teir festu hava verið danir.
Millum tey fyrstu, ið vórðu doypt, vóru fólk á Viðareiði og í Vági.
Miðskeiðis í 1930-talinum varð farið undir at byggja kirkju í Sverris-
gøtu í Havn. Leiðsluna av hesum arbeiðinum hevði ein norðmaður,
O. J. Olsen. Hann virkaði í Íslandi, sum adventistasamkoman í Føroyum
umsitingarliga hoyrdi saman við. Høvuðsskrivstovan var tó í Oslo.
Hesin O. J. Olsen er tó ikki sami maður, sum tann O. J. Olsen, sum kom
til Føroya í 1893.
Í 1978 varð nýggj adventistakirkja bygd við Hoyvíksvegin í Tórshavn.
Í 1966 læt adventistasamkoman upp Frískúlan við Hoyvíkstjørn, sum
hon eigur og rekur.
Sjeyndadagsadventistar, ella ofta bara adventistar, hava einans Bíbliuna
sum grundarlag, teir viðurkenna ikki barnadóp, men doypa vaksin við
at tey fara undir kav. Altargangurin er ímyndarligur, og limirnir í sam-
komuni skulu halda seg frá alkoholi, rúseitri og tubbaki fyri at menna
likam og sál. Harafturat verða tey ávirkað til at vera sámilig í klædna-
búna, fara væl um likamið við hóskandi rørslu og hvíld og eta heilsu-
góðan mat.