Page 75 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Reyða skjaldramerkið hjá
frelsunarherinum
heilsumiðstøð · hýsa
Frelsunarherurin hevur útimøti á Vaglinum í Tórshavn.
Herbergið hjá frelsunarherinum.
Kap. 7 - Samkomur í Føroyum
73
Í 1956 lótu adventistarnir upp heilsumiðstøð, Skodsborg, í Tórshavn.
Hana høvdu teir til 1988, tá hon fór á privatar hendur.
Samanumtikið hevur virksemið hjá sjeyndadagsadventistasamkomuni í
Føroyum havt spakuligan vøkstur øll árini. Í dag eru skrásettir umleið
80 limir umframt børn og ung.
Frelsunarherurin
Frelsunarherurin hevur virkað í Føroyum frá fyrst í 1900. Teir fyrstu,
sum komu higar, vóru her stutta tíð ávegis til Íslands. Teir høvdu tá
møtir á Vaglinum og á Kongabrúnni í Tórshavn.
Frelsunarherurin í Tórshavn er settur á stovn 23. oktober í 1924 við
Ensejn E. Juul Pedersen sum fyrsta leiðara. Hann var dani.
Í 1925 var eisini ein samkoma í Fuglafrði, sum umframt at halda møti
eisini kundi hýsa fólki, serliga sjómonnum.
Í dag hevur frelsunarherurin samkomur í Tórshavn og í Vági.
Í Vági vóru tað Brynhild og Olaf Wasa, sum lótu upp 9. november í
1947.