Page 76 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Frelsunarherurin er ein altjóða evangelisk rørsla, sum William Booth
stovnaði í London í 1878. Fyrsta virkisøkið var millum tey fátækastu
í býarpartinum East End í London. Hugsan hansara var, at læran um
evangeliið og sosial umsorgan máttu fylgjast.
William Booth helt, at arbeiði teirra á ein hátt var sum at fara í stríð
móti kreftum, ið virkaðu til, at so stórur munur var á umstøðunum
hjá fólki. Tí fekk felagsskapurin heitið frelsunarherur og var skipaður
eftir hernaðarligum leisti við eyðkennisbúnum, soldátum, offserum,
korpsum o.ø.
Virkisøkið var fyrst og fremst millum tey veikastu í samfelagnum.
Frelsunarherurin ber gleðiboðskapin sambært Bíbliuni og hevur ikki
trúarjáttan ella altarborð.
Frelsunarherurin í Føroyum er sjónligur á ymsan hátt. Umframt vanliga
virksemið í sjálvari samkomuni, knýta vit hjálpsemi og umsorgan at
felagsskapinum. Herbergið í Tórshavn er eitt økið, sangurin og tón-
leikurin á Vaglinum á ólavsøku og hornblásturin á Landssjúkrahúsinum
jólamorgun eitt annað.
Frelsunarherurin í Føroyum hevur síðan 1934 verið í økisfelagsskapi
saman við Noregi og Íslandi.
sosial umsorgan · leisti · økisfelagsskapi
Skótalið frelsunarhersins á grækarismessu.
Frelsunarherurin er virkin í meira
enn 120 londum. Hann veitir
neyðhjálp í heimsins brenni­
deplum, eitt nú tá fóðaldan rakti
Ásia, tá bumburnar brustu
í London, New Orleans var raktur
av vatnfóð, jarðskjálvti var í
Pakistan o.s.fr.
at frelsunarherurin rekur skúlar og
sjúkrahús í feiri menningarlondum.
Frelsunarherurin í Vági.
74