Page 77 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Hvítusunnusamkomurnar eru
sjálvstøðugar samkomur við
egnari leiðslu.
Hvítusunnurørslan hevur einki
alheimsráð, hóast rørslan er
um allan heim. Tó eru stórar
amerikanskar samkomur greiðar
fyrimyndir fyri smærru
hvítusunnusamkomurnar kring
allan heimin.
at í fyrstuni var ikki ætlanin hjá
hvítusunnurørsluni, at fólk skuldu
fara úr sínum samkomum, men at
rørslan hesi 100 árini er vorðin
skjótast vaksandi kristna rørslan
í heiminum.
metodistprestinum · tungutalu · íblástur
Evangeliihúsið í Tórshavn.
Hvítusunnusamkoman
Hvítusunnusamkoman í Føroyum hevur sín uppruna í ella er ávirkað
av hvítusunnusamkomum í hinum Norðurlondunum. Rørslan kom til
Noregs og Svøríkis fyrst í 1900-talinum. Hagar kom hon úr New York við
metodistprestinum Barret.
Hann hevði verið í sambandi við eina vekingarrørslu, sum brúkti tungu-
talu sum tekin um heilaga andans dóp, ið nevndur er í Ápostlasøguni.
Norðmaðurin Erik Åsbø, sum búði í Svøríki, kom higar í 1921. Hann
segði í eini frásøgn, at hann hevði talað á møti hjá eini frísamkomu í
Tórshavn.
Hann kom aftur árið eftir og helt møtir, og sum tíðin leið, løgdust feiri
afturat. Tey fyrstu árini hildu fólk møti heima hjá hvørjum øðrum, men í
1949 fekk samkoman møtissal í Tórshavn. Tá var ein maður komin higar
úr Noregi, stuðlaður og løntur haðan, og samkoman vaksin so mikið,
at grundarlag var fyri egnum húsi. Húsið fekk navnið “Evangeliihúsið”,
og samkoman kom at eita “Hin fría evangeliska meinigheitin”.
Í 1953 varð eisini salurin Betania hjá hvítusunnusamkomuni í Skopun
vígdur.
Í mong ár vitjaðu trúboðarar úr øðrum Norðurlondum og góvu hvítu-
sunnusamkomuni íblástur, men tað vóru eisini útlendskir trúboðarar
og læruspurningar, sum virkaðu við til, at hvítusunnurørslan í
Tórshavn fór sundur og varð til Evangeliihúsið og Filadelfa.
Kap. 7 - Samkomur í Føroyum
75