Page 78 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
76
• Ymsar rørslur komu til Føroya í seinnu helvt av 1800­talinum
• Katólsk kirkja er aftur í Føroyum um 1930
• Fyrsta vekingarrørsla var brøðrasamkoman miðskeiðis í 1800­talinum
• Dansk indre mission setti heimamissiónina á stovn í 1904 á
fólkakirkjuligum grundarlagi
• Miðskeiðis í 1930­árunum varð fyrsta adventistakirkjan bygd í
Føroyum
• Frelsunarherurin hevur virkað í Føroyum frá fyrst í 1900­talinum
• Hvítusunnurørslan kom til Føroya um ár 1920
Kannið hjá samkomum og kirkjum hesar spurningar.
1. Hvussu eitur samkoman/kirkjan?
2. Nær er samkoman/kirkjan stovnað?
3. Hvussu nógv fólk hoyra til samkomuna/kirkjuna?
4. Eru fólk skrásett at hoyra til samkomuna/kirkjuna?
5. Hvussu verður samkoman/kirkjan stýrd? (nevnd, elstaráð o.s.fr.)
6. Hevur samkoman/kirkjan egið hús?
7. Hvussu verður virksemið fíggjað? (limagjald, tíggjund o.s.fr.)
8. Hevur samkoman/kirkjan virksemi fyri børn og ung?
9. Hvør kann taka orðið í samkomuni/kirkjuni?
10. Hevur samkoman/kirkjan dóp?
11. Hevur samkoman/kirkjan altarborð? Breyðbróting?
12. Hvat annað virksemi er í samkomuni/kirkjuni?
13. Hvat eyðkennir samkomuna/kirkjuna?