Page 80 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Hinduisma
Hinduisma er ein av teimum elstu og størstu heimsátrúnaðunum. Teir
eru kristindómur, islam, hinduisma, buddisma, jødadómur, kinverskur
og japanskur átrúnaður. Kristindómur, islam og jødadómur eru
monoteistiskir, t.v.s. trúgva á ein Gud. Hinduisma hevur feiri gudar.
Tey, ið hava hinduismu sum átrúnað, verða nevnd hinduar.
Hinduisma er ein ógvuliga fjølbroyttur átrúnaður, sum mentist í
Indusdalinum. Hinduisma merkir
átrúnaðurin hjá indarum
, og tað vóru
evropearar, sum fyrstu ferð nýttu heitið í 1800-talinum. Í India verður
sagt, at tað eru eins nógvar smáar hinduistiskar siðvenjur, sum tað eru
bygdaløg, og tey eru feiri enn 3 milliónir í tali.
Tað ber ikki til at siga, at ein einstakur persónur grundaði hinduismuna.
Heldur er tað so, at hinduisman er ment yvir eitt ógvuliga langt tíðar-
skeið. Helst feiri túsund ár.
Hinduisman hevur ongar profetar og onga trúarjáttan, og størri dentur
verður lagdur á lívsførslu enn á hugsanarhátt.
bygdaløg · grundaði
Hindugudurin Rama og kona hansara, Sita.
Á knæ framman fyri tey, gudurin Hanuman.
at indarar sjálvir ikki nýta orðið
hinduisma, men heldur
Sanatan­dharma, sum merkir
“tann æviga heimsskipanin”.
“Aum” er ímyndin av Brahma,
Vishnu og Shiva. Aum verður
eisini mett at vera heilagsta
ljóðið, ið øll onnur ljóð stava frá.
78