Page 81 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Heimsátrúnað nevna vit ein
átrúnað, sum hevur nógv
viðhaldsfólk, og sum er spjaddur
um stóran part av heiminum.
Søgan hjá hinduismuni
Søgan hjá hinduismuni er nær tengd at søgu India. Útgrevstur í Indus-
dalinum ber boð um eitt ógvuliga framkomið og væl skipað samfelag, ið
var har á leiðini um ár 3000 til 1700 f.Kr. Eisini funnu fornfrøðingar
standmyndir, sum bóru boð um, at fólk trúðu á eina móðurgudinnu
og ein tarv. Stórt baðiøki ber boð um, at reinsan hevur verið ógvuliga
týdningarmikil.
Um ár 1500 f.Kr. kom eitt fólkaslag, sum nevndist
ariar
, og tók valdið í
landinum. Við teimum kom onnur mentan og siðvenja, sum so ávirkaði
trúgv og hugburð hjá teimum, ið búðu har frammanundan. Hesir ariar
trúðu á náttúrugudar, sól, mána og stjørnur, eins og víkingar, sum eisini
vóru av ariskari ætt.
Fólkið á indisku hálvoynni varð við tíðini blandað við onnur fólkasløg,
sum komu hagar úr øðrum londum eitt nú londunum við Kaspiska-
havið. Hvørt fólkaslag má metast at hava sett síni spor, eisini átrúnaðar-
liga. Eitt nú vita vit um islamska ávirkan um ár 1100 e.Kr.
framkomið · hugburð
Ein lítil bygd í landspartinum Ladakh, við ánna Indus í Indusdalinum.
Segl við innskrift og myndum.
79
Kap. 8 - Hinduisma