Page 82 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Heilagu skriftirnar
Um ár 1200 f.Kr fóru hesir ariar at gera lovsangir, vedasangir til heiðurs
fyri gudarnar. Við tíðini eru teir vorðnir heilagu tekstirnir hjá hinduum.
Tað er ein ørgrynna av heilagum tekstum í hinduismuni, men hildið
verður, at vedatekstirnir eru teir, ið hava størsta myndugleikan.
Tekstirnir hava livað á mannamunni eins og kvæðini. Teir vóru fyrst
shruti
, sum merkir hoyrdir, og síðan
smriti
, sum merkir lærdir uttanat.
Shrutitekstirnir verða hildnir at vera opinberingar, og smrititekstirnir
eru vorðnir til eftir vedatíðina og eru skaptir av menniskjum. Um ár
1200 f.Kr skrivaðu prestarnir tekstirnar niður.
Vedasangirnir eru skrivaðir á gomlum ariskum máli, sanskrit, sum
føroyskt eisini er sprottið av. Tað málið tosar eingin nú á døgum, men
prestarnir skilja tað.
Vedasangirnir eru fýra í tali, og hinduar meta teir at bera boð frá einum
hægri mátti um, hvussu vit skulu skilja lívsins stóru spurningar.
Orðið “veda” merkir heilag vitan
ella opinbering.
Rigvedahandrit frá 19. øld.
Vedasangirnir eru
Rigveda, ið svarar til eina sálmabók, hevur
feiri enn túsund sálmar til 33 gudar og
greiðir frá ritualum í sambandi við at dyrka
hesar gudar við ofringum. Hetta eru náttúru-
gudarnir, sum stýra náttúrukreftunum. Hinar
vedurnar greina, hvussu ritualini skulu vera.
Sálmarnir hava ørindi við tveimum ella fýra
reglum, og verða hesi ørindi nevnd
mantra
.
Samaveda, ið svarar til eina nótabók, hevur
løg til sálmarnar í Rigveda, so til ber at syngja
teir, tá ofrað verður.
Yajurveda, ið svarar til eina ritualbók, hevur
ørindi, sum presturin, ið leiðir ofringina,
sigur.
Atharvaveda, ið svarar til eina rúnabók, er
um andar, mystikk og gand.
Rigveda
Samaveda
Yajurveda
Atharvaveda
1
2
3
4
ørgrynna · opinberingar · rúnabók
80