Page 83 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
hugvísindaligum · stjórnarskipan
Til
shruti
hoyra tekstir, sum eru av meira hugvísindaligum slagi.
n
Brahmana tekstir,
sum eru um offurritual
n
Aranyaka tekstir
, sum m.a. greiða frá tí at liva í einsemi
n
Upanishadu tekstir
, ið eru bygdir upp sum ein samrøða millum
lærara og næming um týdningarmikil evni eitt nú menniskjasálina
atman
, tað guddómliga í menniskjanum, og heimssálina
brahman
,
sum er tað guddómliga í øllum livandi, fólki, djórum og plantum
Smriti
eru heilagir tekstir, skrivaðir við íblástri frá guddómligu
tekstunum. Tekstirnir eru lættari hjá fólki at ogna sær og skilja.
Hesir heilagu tekstir hava livað á mannamunni, og enn eru fólk,
sum duga teir uttanat. Í hesum tekstum verður guddómurin meira
persónligur, og hildið verður, at hann er í menniskjunum við tað, at
hann hevur skapt tey, hann elskar tey, hann fær tey at vera áhugað í
átrúnaði, og at enda fríar hann tey úr endurføðingarringrásini. Hetta
nevna vit eisini reinkarnatión. Ørindini úr hesum tekstum verða ofta
søgd í dagligu bønini. Teir gomlu tekstirnir vóru ikki altíð lættir at skilja.
Tí vórðu søgur ella yrkingar sagdar við boðskapi úr gomlu tekstunum.
Endurføðingarringrás ella
reinkarnatión merkir, at tá eitt
menniskja doyr, fer sálin úr
likaminum og verður fødd í
einum nýggjum likami.
Ein kend yrking er Mahabbharta.
Hon er við sínum 100.000 ørindum
longsta yrking í verðini, verður sagt.
Í hesi yrking er fættað inn í søguna
alt tað, sum ein hindu skal gera og
halda seg til. Evnini eru mong og
fjølbroytt, t.d. søga, stjórnarskipan,
lóg og rættur, siðalæra, ritual og
læran um alheimin. Sagt verður
eisini frá um menniskju og gudar og
um, hvussu undur og óndar maktir
ávirka eitt vanligt menniskjalív.
Ein partur av yrkingini, Bhagavad-
gita, er skrivaður millum ár 400
f.Kr. og ár 400 e.Kr. Bhagavad-gita
merkir “sangur Harrans” og er mill-
um best umtóktu skriftir í hindu-
ismuni.
Kríggj var brostið á millum panda-
vaarnar og kauravaarnar, sum vóru
ættaðir frá tveimum kongssynum, tí
báðar ættir vildu hava trónuna. Ein
av pandavabrøðrunum, Arjuna, legði
til merkis, at feiri í mótstøðuliðin-
um vóru í ætt við seg og noktaði
at kríggjast móti síni egnu familju,
so hann legði vápnini. Hann bað
vognførara sín, sum vísti seg at vera
gudurin Krishna, um ráð. Krishna
gav Arjuna tey ráð, at Arjuna hevði
skyldu at halda fram í stríðnum og
segði, at um tú drepur likamið, so
ber ikki til at drepa sálina, hon er
ódeyðilig og heldur fram í øðrum
kroppi. Arjuna skuldi ikki hugsa
so nógv um fylgjurnar av sínum
gerðum, men heldur hava álit á,
at gud heldur skil á øllum og fær
rættlag í, har ruðuleiki valdar.
Gudurin Krishna.
81
Kap. 8 - Hinduisma