Page 85 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Ein avatarur er ein gudur, sum
kemur til jarðar í menniskja­ ella
djóralíki.
Mandala eru samskapaðar myndir.
Tað kunnu vera rundingar ella
onnur skap, ofta gjørd sum
blomstur, krossar ella hjól.
Mandala er at fnna í nógvum
mentanum og átrúnaðum, eitt nú
hinduismuni.
Nógv børn kenna skapini frá
mandala málibókum.
stættir · meditatión
83
Kap. 8 - Hinduisma
Læran
Hinduisma er merkt av tolsemi og fjølbroytni, t.v.s. at bólkar kunnu hava
sínar gudar og síni ritual og verða vird fyri tað. Hóast nógvir ymiskir
hinduistiskir bólkar og ritual fnnast, so hava festu bólkar nakað í felag.
Dharma
sum er læran um alheimsskipanina um lógir og um skyldur.
Samsara
sum er læran um ævigu ringrásina. Tá eitt menniskja doyr, livir sálin,
atman, víðari í einum øðrum skapningi.
Karma
sum er læran um, at alt hevur eina orsøk og ein virknað, sum fær
avleiðingar bæði í hesum lívi og einum komandi lívi.
Moksha
sum er læran um, at tað er gjørligt at verða loystur frá endurføðingar-
ringrásini. Tað hendir bara, tá sálin hevur loyst seg frá øllum bindingum.
Kastuskipanin
sum er umleið 3000 ára gomul, har fólk eru býtt sundur í bólkar ella
kastur, har øll ikki eru eins fyri. Tað kann sammetast við stættir í okkara
parti av heiminum.
Málið hjá einum hindu er at bróta ævigu ringrásina, so hann ikki verður
endurføddur, men fríaður og sameindur við Brahman, heimssálina.
Hinduisma tosar mest um tríggjar vegir.
Atferðavegurin
karma-marga
sum er vegurin í kastuskipanini. Tað ræður um at gera og halda alt tað,
sum er galdandi í tí kastu, tú hoyrir til, og at gera minst eina góða gerð
hvønn dag. Tað er týdningarmikið at liva rætt, hjálpa neyðstøddum uttan
at vænta nakað afturfyri, ikki lúgva, stjala ella gera teg inn á nakran.
Kunnleikavegurin
jnana-marga
leiðir við yoga og meditatión til málið, sum er at fáa fullkomið tamar-
hald á sær sjálvum. Tað eru skúlar í India, har undirvíst verður í hesum.
Hesin vegur er langur og torførur. Kvinnur kunnu ikki verða fríaðar á
henda hátt.
Kærleiksvegurin
bhakti-marga
gevur fólki úr lægri kastum, eisini konufólki, møguleika at verða fríað.
Ein hindu, sum fylgir hesum vegi og roynir at fnna tað guddómliga í
øllum, fær frían frá endurføðingarringrásini afturfyri serliga frá Krishna,
sum er ein avatarur av Vishnu.