Page 86 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Guddómar
Hinduar hava nógvar gudar. Men tað eru eisini hinduar, sum halda, at
allir gudarnir í veruleikanum eru ein og sami gud, vit duga bara ikki at
síggja tað. Tað kann sammetast við, at um feiri fólk við bindi fyri eyguni
stóðu rundan um ein fíl, og vóru biðin um at siga, hvussu hetta djórið
sá út, so hevði tann, ið helt í trantinum, ikki somu uppliving av fílinum,
sum tann, ið helt í eitt afturbein.
Guddómarnir Brahma, Vishnu og Shiva eru høvuðsgudarnir.
Brahma
er skapanargudur og verður oftast nevndur í sambandi við
skapanarsøgur. Tó hevur hann ongan týðandi leiklut í gudadyrkanini,
og fá tempul eru bygd honum til heiðurs.
Vishnu
verður hildin at vera tann, sum
heldur øllum tí skapta í gongd. Av og á
í søguni má hann koma til jarðar sum
avatarur, til tess at frelsa heimin. Vishnu
hevur tíggju avatarar: fskur, skjaldbøka,
villsvín, maður-leyva, dvørgur, Rama við
øksini, Rama, Krishna, Budda og Kalkin.
Teir fyrstu nýggju avatarnir hava verið,
tann tíggjundi, Kalkin, fer sambært
hinduismuni at koma ríðandi á einum
hvítum hesti at frelsa heimin, so ein
nýggjur kann byrja.
Shiva
er bæði guddómur fyri oyðilegging og fruktbari. Hann syrgir
bæði fyri lívgevandi regni og oyðandi fóð. Hann verður ofta avmyndaður
dansandi í einum hjóli, har hann dansar heimin í sor til tess at fáa ein
nýggjan heim.
Shiva hevur ongar avatarar. Hann verður ofta settur í samband við
fráhald og yoga.
Shiva eigur tveir synir, fílagudin Ganesha, sum skapar eydnu og krígs-
gudin Skanda. Shiva er eisini gudur fyri fruktbari, og tí verður hann ofta
settur í samband við erotikk og avmyndaður erotiskt.
fráhald · erotikk
at hinduisma viðurkennir Jesus,
sum eina endurføðing av brahman,
heimssálini.
84