Page 87 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kastur
Kastuskipanin er nevnd í Rigveda. Tað hendi, tá frummenniskjað
Purusha varð ofrað. Tann mýtan sigur, at úr munninum kom presta-
stættin, úr ørmunum komu krígsstættin og yvirvaldsstættin, keypmenn
og bøndur komu úr lørunum, og tænastufólk komu úr fótunum.
Tessvegna var kastuskipanin soleiðis fokkað eftir tign
1. Prestar
2. Krígsmenn og embætisfólk
3. Handilsfólk og bøndur
4. Tænastufólk ella fólk, sum tæna teim hægru kastunum
Uttan fyri hesar fýra kastur var ein onnur, tey kastuleysu. Tað vóru tey,
sum høvdu eitt arbeiði, sum var enn lægri enn tað at tæna øðrum. Tað
kundi eitt nú vera at virka sum bøðil, at gera lík í stand, jarða lík, garva
skinn og fáast við fskiskap.
Hetta var tann elligamla kastuskipanin. Sum tíðin leið, og ymisk nýggj
yrki tóku seg upp, komu feiri undirbólkar til kasturnar, men allastaðni
var tað galdandi, at prestar vóru hægstir, og tey kastuleysu vóru lægst.
Undirbólkarnir vórðu nevndir jati. Hjá jati-bólkunum var tað galdandi,
at tú vart føddur í ein ávísan jati-bólk, tú gifti teg við einum úr tínum
bólki, tú fekst tær eitt arbeiði samsvarandi bólkinum, og øll í bólkinum
høvdu somu ritual.
Í 1947 gjørdist India sjálvstøðugt. Bretar høvdu tá havt valdið síðan
1858. Í 1947 varð kastuskipanin eisini alment avtikin. Síðan tá er so
nógv broytt. Fólk ferðast meira, tey fyta burtur, og feiri nýggjar vinnur
hava tikið seg upp. Nú kann tað meira enn so henda, at ein úr
tænastukastuni forvinnur meira pening enn ein úr prestakastuni. Mong
vita ikki heilt hvørja upprunakastu, tey hoyra til, hóast tey vita hvønn
jati-bólk, tey hoyra til.
Tað er tó ikki sum at siga tað at taka eina so gamla skipan av. Í indisku
grundlógini stendur, at eingin skal vera fyri mannamuni, sama hvørja
kastu tey hoyra til. Ein lóg, sum kom seinni, sigur, at nøkur pláss hjá
tí almenna, á lærdum háskúlum og í tinginum altíð skulu verða givin
fólki úr teim lágu kastunum. Hetta er gjørt, fyri at fólk skulu vera meira
javnsett. Serliga í fjarskotnu pørtunum í India stendur kastuskipanin
enn sterk.
frummenniskjað · bøðil · garva · yrki
Kastuskipanin hevur eisini nakað
við reinleika at gera. Alt, sum
kemur av likaminum ella kemur inn
í likamið, er óreint. Matur og drekka
er heldur ikki reint í sær sjálvum,
tí hevur tað týdning, hvørjum tú
etur ella drekkur saman við.
85
Kap. 8 - Hinduisma