Page 88 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Tempul
Halgidómur hjá hinduum er templið. Tey eru í túsundatali um alt India.
Ofta verða templini bygd, har okkurt týdningarmikið og guddómligt
er hent. Vatn má vera á staðnum, tí at reinsan hevur nógv at siga í
hinduismuni.
Templini kunnu vera stór og prýðilig, men kunnu eisini vera smá hús
fram við vegjaðaranum. Tey stóru templini eru ofta skapað sum eitt fjall,
eitt nú sum Kailasafjallið í Himaleia, bústaðurin hjá gudinum Shiva.
Templini eru ikki bygd til stórar felags gudstænastur, men heldur til
at fólk vitja halgidómin eftir tørvi. Við serlig høvi verða samkomur
tó hildnar uttanfyri á tempulplássinum. Ein hinduistisk gudtænasta,
puja, kann verða hildin av einum ella feiri saman. Tá ein hindu vitjar
templið, letur hann seg úr skónum uttan fyri halgidómin og vaskar sær
um føturnar.
Ein trúgvandi kann koma í templið fyri at biðja um eina serliga tænastu,
at uppfylla eitt heilagt lyfti ella fyri at taka lut í prasada, guds náði.
Tá ber hann gudinum eitt matoffur, sum presturin býtir út aftur
til tey vitjandi. Bert presturin kann fara inn í tað innasta rúmið, tað
allarheilagasta, har gudurin býr. Uttanfyri bukkar tann vitjandi fyri at
Elloratempulholurnar í India eru 34 í tali. Hetta er tann 16. tempulholan, Kailasa.
Ein gomul indisk kona vaskar sær um føturnar.
vegjaðaranum · tørvi
86