Page 89 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
vísa gudinum virðing. Hann steðgar átta ferðir, eina ferð fyri hvørja
høvuðsætt, suður, norður, eystur og vestur, og eina ferð fyri tær ættir, ið
eru millum høvuðsættirnar. Síðan nemur tann vitjandi við veggin antin
við hondunum ella við pannuni.
Hinduar hava eisini halgidómar í heimunum. Ofta eru tað gudamyndir,
oljulampa og heilagar skriftir, sum standa eitt sindur til viks í heiminum
ella í einum rúmi fyri seg. Eisini her vísa tey virðing við at lata seg úr um
føturnar. Her biðja tey morgun og kvøld.
Pílagrímsferðir
Hinduar hava eina ørgrynnu av heilagum støðum. Næstan hvør á
og hvørt fjall hevur sín átrúnaðarliga týdning. Við at vitja hesi støð
við virðing, halda hinduar, at teir eru nærri viðkomandi gudi ella
halgimenni, og at teir verða vælsignaðir við yvirnátúrligari megi. Tey
festu koma tó bara fyri at uppliva náði og kærleika, darshana, tá tey
skoða gudamyndina, og myndin skoðar tey. Tað er líka mikið, hvussu
tú kemur til hesi støð, til gongu, á súkklu, við bil o.s.fr.
Nøkur heilag støð eru áin Ganges,
og býirnir Varanasi og Allahabad.
Hindumunkur slær á trummu í einum templi.
Litpulvur.
til viks
87
Kap. 8 - Hinduisma