Page 90 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Høgtíðir
Tað eru rættiliga nógvar høgtíðir í hinduismuni, og allar verða ikki hildnar
allastaðni. Tað er munur á Norðurindia og Suðurindia, og somu høgtíðir
verða ikki hildnar í senn ella á sama hátt. Nú á døgum eru høgtíðir, sum
upprunaliga vóru tengdar at landbúnaðinum, vorðnar
átrúnaðarligar høgtíðir. Nýggjárið verður ikki hildið
samstundis har norðuri og har suðuri í India. Summi
halda nýggjár um várið onnur um heystið.
Verðsliga lívið í India fylgir tí gregorianska álma-
nakkanum, og átrúnaðarligi álmanakkin við sínum
høgtíðum er roknaður út eftir stjørnufrøðini. Stjørnuspáfólk rokna út,
nær besta tíð er til offur, føstu o.a.
Kendar høgtíðir eru navaratra, divali, holi og føðingardagarnir hjá Rama
og Krishna.
Navaratra
Navaratra, tær tíggju næturnar, er til minnis um, at móðurgudinnan,
Durga, vann á búffademoninum, Mathisa. Mýtan sigur, at Mathisa hevði
tikið valdið á himni og á jørð. Hann helt, at hann kundi tíggja sær, sum
hann vildi, tí Brahman, skaparin, hevði lovað honum, at bara ein kvinna
kundi gera av við hann, og tað helt Mathisa ikki vera serliga sannlíkt.
Í hesi mýtu verður Durga skapað av glæmuni frá mannligu gudunum.
Teir høvdu sjálvir ikki megi at vinna á Mathisa. Durga fær eitt vápn frá
hvørjum gudi, og tá Mathisa skapar seg um til ein búffl og loypur á
Durga, verður hon ikki særd. Mathisa skapar seg um aftur til ein demon,
men tá rennur Durga eitt svørð í hann, so hann doyr. Tað góða vann á
tí ónda. Hesar tíggju næturnar brennur eitt ljós á altarinum heima, fólk
halda gudstænastu hvørja nátt, tey ofra, halda veitslu og dansa.
mýtan · tíggja sær · sannlíkt · demon
Veitsla og dansur í sambandi við navaratra.
Delhi
INDIA
Bangalore
Mumbai
Hyderabad
Ahmadabad
Kolkata
88