Page 91 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Divali
Divali, ljósveitslan, verður hildin tjúgu dagar eftir navaratra. Hon
verður hildin til minnis um eydnugudinnuna Lakshmi, mann hennara,
gudin Vishnu, og deyðaandan, Yama. Høgtíðin er til minnis um, at
ljósið vinnur á myrkrinum, at eydnan vinnur á óeydnuni, og at tað góða
vinnur á tí ónda. Veitslan varir í fýra dagar, sum eru ymiskir.
Divali er eisini nýggjárið har norðuri í India. Tað verður hildið við at
vaska sær í vælangandi olju, fara í nýggj klæði, geva gávur og eta góðan
mat.
Holi
Holi, várveitslan, verður hildin í februar ella mars mánaði. Hon verður
altíð hildin, tá fullmáni er, og er til minnis um, at nú má myrkrið víkja
fyri ljósinum. Hon kann vara frá einum degi til fýra dagar, fólk eru
í góðum lag og leggja allan kastumun til viks hesar dagar. Høgtíðin
hevur eisini samband við mýtuna um demonkvinnuna Holika, sum
ætlaði at brenna skyldmannin Prahlad á báli, av tí at hann hevði tilbiðið
gudin Vishnu. Vishnu bjargaði Prahlad, og Holika var brend á bálinum
í staðin. Hesa høgtíð brenna hinduar eina dukku á báli, sum skal minna
um Holika. Eisini kasta tey litríkt pulvur á hvønn annan, og fólk spæla
hvørjum øðrum okkurt puss.
skyldmannin · puss
Børn hava tendrað ljós í sambandi við divali.
Gomul kona hátíðarheldur holi.
89
Kap. 8 - Hinduisma