Page 92 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Heilagar kýr
Hinduar hava virðing fyri øllum livandi, eisini djórum. Eitt djór er ser-
liga heilagt, og tað er kúgvin. Vedaskriftirnar siga, at frá kúnni er alt
lív komið, og virðing fyri kúnni er tað sama sum virðing fyri lívinum.
Hinduar nýta kúnna at draga við, mjólkin kann drekkast, og mykjan
kann brúkast til tøð, turkast til at byggja við og sum brenni. Hinduar
eta ikki neyta- ella oksakjøt.
Yoga
Orðið religión kemur av latínska orðinum religare, sum merkir “aftur at
knýta seg fast við”. Týdningurin her er, at menniskjað hevur mist sam-
bandið við guddómin og tørvar eitt amboð at knýta sambandið aftur.
Yoga er ein hinduistiskur lívsstílur, har tað ræður um at hugsavna seg
ella at fáa samband aftur við guddómin. Tað kunnu vit fáa við at hava
tamarhald á likami og andadrátti og sita so still, at alt órógvandi verður
stongt úti. Vit fara á onkran hátt í eina verð, har allir sansir hvíla. Á
okkara leiðum verður yoga ofta javnsett við fmleik.
Í India gongur kúgvin sum hon vil allastaðni.
at vit eiga máliskuna, at okkurt
er ein heilag kúgv. Tað merkir, at
hetta má ikki nertast.
hugsavna· máliskuna
90